Kvinnan í svørtum gevst

Tjóðpallur Føroya ger enda á sýningunum av Kvinnan í svørtum. Seinastu sýningarnar vera um vikuskiftið Nú verður farið undir seinastu sýningarnar av leikinum Kvinnan í Svørtum. Av tí at ein av leikarunum fer av landinum verða ongar eykasýningar.

Kvinnan í Svørtum er ein spøkilsissøga av tí góða gamla slagnum, sum vit kenna frá søgum hjá m.ø. Dickens, M.R. James, Edgar Allan Poe og Edith Warthon.

Stephen Mallatratt skrivaði leikin eftir skaldssøguna The Woman in Black hjá Susan Hill; leikurin varð frumframførdur í Scarborough í 1987, hevur gingið stútt í London síðan 1989, og verður enn framførdur fyri fullum húsum - nú á tjúgunda ári.

Í uppsetingini hjá Tjóðpalli Føroya, ið Hans Tórgarð hevur týtt og leikstjórnað, hevur Páll Danielsen leiklutin sum Kipps, meðan Annfinnur Heinesen er sjónleikarin.

Leikurin hevur verið væl vitjaður síðan fyrstu framførsluna í Tjóðpalli Føroya fríggjadagin 13. februar, og hetta vikuskiftið verða so tær seinastu sýningarnar. Leikurin fekk sera góð ummæli og leikaranir góð skoðsmál fyri sítt sera góða spæl, sigur Tjóðpallur Føroya í tíðindaskrivi.

Seinastu sýningarnar verða fríggjadagin 13. mars kl. 19.30, leygar- og sunnudagin kl. 18.00. Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni og við dyrnar ein tíma undan sýning.