Kvinnan við valdinum

Alt bendir á, at Helle Thorning Schmidt verður næsti forsætisráðharrin í Danmark. Fyrsti kvinnuligi leiðarin í hesum sessinum. Men hvør er kvinnan, sum sameindi reyða blokkin og síðani stóð á odda í stríðnum at koppa bláa valdinum í Danmark? Hvør er cafédiddan úr Ishøj, Gucci-Helle, sum gjørdist leiðarin í arbeiðaraflokkinum? Hvør er mamman at tveimum børnum, hvørs maður og pápi er í Bretlandi stóran part av árinum? Men mest av øllum, hvør er kvinnan handan avgjørda bráið?

Strøm. Professionel. Avgjørd. Væl skipað og væl fyrireikað. Ein kvinnulig útgáva av Anders Fogh Rasmussen – næstan. Tað er myndin, mong hava av Helle Thorning Schmidt. 44 ára gamla kvinnan úr Ishøj, fólkatingslimurin, andstøðuleiðarin seinastu seks árini, forkvinnan hjá Socialdemokratunum, stjórnmálafrøðingurin. Yrkisheitini eru mong, sum kunnu setast á hana. Men hvør er kvinnan og hvussu hevur hon borið seg at?


Fødd borgarlig

Helle Thorning Schmidt er í mangar mátar eitt barn av síni samtíð. Í henni býr ein staðfesting av samfelagsligu broytingunum, sum eru hendar kring hana upp gjøgnum árini. Hetta kemur til sjóndar persónliga eins væl og politiskt.

Helle Thorning Schmidt er skilsmissubarn og hevur tvey eldri systkin. Beiggjan Henrik og systrina Hanne. Foreldur teirra vórðu sundurlisin, tá Helle var 11 ára gomul. Pápin, Holger, var lektari og búskaparfrøðingur. Mamman, Grete, var skrivstovustjóri. Bæði atkvøddu borgarligt. Sostatt er sosialdemokratiska kósin eitt tilvitað val og ikki nakað, sum hon hevur fingið inn við móðurmjólkini.

Í skúlanum var Helle íðin og væl lýdd, bæði av lærarum og floksfeløgum. Hon var miðdepilin í flokkinum og tað sæst aftur í dag, hevur politiski starvsfelagi hennara, Margrethe Vestager, millum annað sagt.

- Tá eg síggi hana, hugsi eg, at hon eisini stýrdi gentubólkinum í flokkinum, hon gekk í. Tað lýsir av henni, at hon er von við at vera væl umtókt og altíð hevur verið tað, hevur Margrethe Vestager sagt um Helle Thorning Schmidt við Berlingske Tidende.

Fyrrverandi floksfelagin hjá Helle Thorning Schmidt, Christina Midjord, sigur somu søgu við Politiken. Sambært henni var Helle tann vakra, klóka, stóra, raska, tvøra og ídna gentan. Samstundis orkaði Helle ikki fyri at tapa og vildi gera alt fyri at vinna.

Eftir lokið miðnámsprógv á Ishøj Amtsgymnasium, fór miðvísa Helle Thorning Schmidt undir hægri lesna. Við góða studentspróvnum, 10,7 í miðal, vóru allar dyr opnar. Valið fall á stjórnmálafrøði.

Tað var eisini undir lesnaðinum, at hon møtti manninum, hon er gift við í dag, Stephen Kinnock. Hetta var í 1992 í Brügge í Belgia, har hon – eins og Kinnock - gjørdist partur av einum sosialdemokratiskum kjakbólki. Stephen Kinnock hevur, í mun til Helle, arbeiðarablóð í æðrunum. Hann er sonur gamla Labour-leiðaran í Bretlandi, Neil Kinnock.

Fýra ár seinni, í 1996, giftust tey bæði Thorning Schmidt og Kinnock og seinni sama ár fingu tey fyrsta barnið. Eisini varð Brügge skift út við Keypmannahavn, og árið eftir fekk Helle Thorning Schmidt starv sum ráðgevi í LO, ein paraplyfelagsskapur hjá donsku fakfeløgunum, sum eisini hevur eitt tætt samband við Socialdemokratiskaflokkin. Soleiðis gjørdist høvdini handan Socialdemokratarnar varug við evnini hjá Helle Thorning Schmidt.


Vánaligur leiðari

Í 1999 heittu Socialdemokratarnir á hana, um at stilla upp til Evropa Parlamentið. Við stuðli frá eitt nú Ritt Bjerregaard, sum tá var ES-kommiserur, eydnaðist tað henni at vinna nóg mikið av atkvøðum til ein sess har. Hetta var fyrsta politiska fetið móti forsætisráðharrastovuni. Heilt stóra lopið kom í 2005, tá hon tók stríðið upp við Frank Jensen, sum eisini ætlaði sær at taka yvir eftir Mogens Lykketoft, sum legði frá sær sum formaður eftir syndarliga valúrslitið.

- Eg kann basa Anders Fogh, segði Helle Thorning Schmidt millum annað í stríðnum við Frank Jensen. Tað eydnaðist ikki, men tað eydnaðist at basa Frank Jensen og formanssessurin varð hennara. Síðani hevur hon leitt flokkin gjøgnum tvey fólkatingsval. Tvey val, har hon sum sosialdemokratiskur leiðari hevur dumpað so dyggiliga. Fólkatingsvalið í 2007 og tað, sum var hósdagin í farnu viku, teljast millum lakastu valini hjá Socialdemokratiet nakrantíð. Í so máta hevur fyrsti kvinnuligi leiðarin hjá Socialdemokratiet verið ein vánaligur leiðari. Kortini – og tað er av sonnum merkisvert – hevur tað eydnast henni at savna flokkin og skipað eina alliansu, sum hevur koppað valdsbýtinum í donskum politikki. Reyði sigurin gjørdist veruleiki í farnu viku, tað sama gjørdist persónligi sigurin hjá Helle Thorning Schmidt. Valúrslitið hósdagin 16. september 2011 er eisini krúnan á verkinum í javnstøðustríðnum, vilja nøkur vera við.


Gucci-Helle og kalda kvinnan

Soleiðis sum vegurin til valdið er lýstur omanfyri, sær tað næstan lætt út. Sambært fyrrverandi socialdemokratiska fíggjarmálaráðharranum, Knud Heinesen, hevur tað tó verið alt annað enn lætt.

- Eg havi kent allar sosialdemokratisku floksformenninar síðani Viggo Kampmann (Formaður 1960-1962, blðm.). Eftir mínum tykki hevur eingin teirra verið undir so ógvusligum trýsti persónliga, politiskt og tá tað kemur til fjølmiðlar, sum Helle Thorning Schmidt. Og eg ivist í, um nakar teirra hevði staðið betri móti trýstinum, enn hon. Helle er treisk og djørv, næstan óttaleys. Tað er ein ótrúliga styrki hjá einum politikkara, segði 78 ára gamli Knud Heinesen við Politiken herfyri.

Trýstið, Knud Heinesen, sipar til stavar frá so mongum. Siðbundnir fólksligir fordómar um, at sosialdemokratar eru arbeiðarar og hoyra til fyrstu trinini á stættarstiganum, er ein. Eitt nú hevur Helle Thorning Schmidt ongantíð dult yvir, at hon gongur høgt upp í sína útsjónd og síni klæði. Floksfelagi hennara, Freddy Blak, rópti hana einaferð Gucci-Helle. Tá spann øði í hana: »Du skal kraftedeme ikke gå rundt og kalde mig for Gucci! Bare fordi jeg ikke går rundt og ligner sådan en pose lort som dig«, vóru greiðu boðini til Freddy Blak. Eyknevnið hevur tó hingið við síðani. Tí kann Kristeligt Dagblad í einum portretti av Helle Thorning Schmidt beinrakið siga: »Hun har klasse, men ikke så meget arbejderklasse«.

Helle er eisini øðrvísi enn undangongumenn hennara á so mongum øðrum økjum. Undir valstríðnum hevur tað ivaleyst verið politikkur á skránni alt samdøgrið, men annars dámar henni væl »Vild med dans«, »X-Factor«, »Friends« og »Matador« hon lesur »Harry Potter«, lurtar eftir »Coldplay« og »Bruce Springsteen«. Danska blaðið Politiken staðfestir somuleiðis, at tað er ein sannroynd, at Helle Thorning Schmidt hellir meira til amerikanska sjónvarpsrøðir enn franskar filosoffar. Við øðrum orðum er hon meinlík so mongum øðrum, og tann myndin stendur í beinari andsøgn við ta myndina, fjølmiðlabrúkarin ofta fær av Helle Thorning Schmidt.

Helle Thorning Schmidt hevur eisini havt trupulleikar á so nógvar aðrar mátar. Óskil í skattaviðurskiftum hjá manninum, óskil í egnum skattapappírum og óskil í samband við leigumál av bili, eru bara trý onnur dømi, sum fjølmiðlarnir hava varpað ljós á, og sum á ongan hátt hevur tænt Helle Thorning Schmidt.

Men hóast mótbrekku, mótvind og nakrar framman á, er Helle Thorning Schmidt kortini komin heilt niðan á tindin. Orsøkin til hetta er, sambært Kristeligt Dagblad, fyrst og fremst familjan. Saman við børnunum, manninum, mammuni og teimum nærmastu løðir hon battaríini og savnar styrki. Hetta hevur hjálpt henni niðan á tindin – og hetta skal stuðla henni, nú tindurin er hennara.


--


FAKTA:

Fødd 14. december 1966.

Útbúgvin Cand.scient.pol.

Limur í Europa Parlamentinum 1999-2004.

Formaður í Socialdemokraterne síðani 2005.

Nevndarlimur í danska tjóðbankanum síðani 2005

Gift Stephen Kinnock í 1996, sum hon hevur tvær døtrar við