Kvinnuhúsfundur í Klaksvík
Hóskvøldið var ein fundur um virksemið hjá Kvinnuhúsinum hildin í hølunum hjá Húsmøðrafelagnum í Norðoyggjum. Elin Reinert Plank, leiðarin, greiddi fyrst frá arbeiðinum í Kvinnuhúsinum. Og so var møguligt hjá áhoyrarunum at seta spurningar.
Kvinnuhús
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Nógvir spurningar komu upp at venda, og millum annað varð spurt, um tað er størri tørvur á einum kvinnuhúsi í miðstaðarøkinum, ella tað eisini átti at verið eitt líknandi hús í útjaðarnum.
- Onki talar fyri at harðskapur og tílíkt kemur meira fyri í miðstaðarøkinum enn í úti á bygd. Men tað er verri fyri kvinnur á bygd at koma til Havnar, tí tað er ikki vist, at tað letur seg gera, júst, tá tær hava tørv fyri tí. Men tað ber altíð til ringja til okkum.
Annars hava vit eisini spurt kvinnur, sum eru komnar av bygd til okkara, um tær høvdu heldur viljað, at tað var eitt kvinnuhús í teirra nærumhvørvi, men tá hava tær sagt, at tað eru ov smá forhold til nakað tílíkt í heimbygdini, greiddi Elin frá.
Kvinnurnar, sum hava búð í kvinnuhúsinum hava verið í aldrinum 18 til knapt 70 ár. Tað eru tó mest kvinnur í 30-unum og 40-unum, sum koma har. Tað er ofta, at tær bíða við at koma, til børnini eru vaksin, tí tær hildu, at tað var best at bíða. Tá tær so koma, halda tær tað vera ov seint.
Rúsur ikki altíð orsøkin
- Tað er ikki altíð at rúsur upp í, tá ið kvinnur verða útsettar fyri likamligum harðskapi. Onkuntíð eru kvinnur, sum koma, sjálvar rúsaðar, men tá biðja vit tær at avrúsa seg áðrenn tær koma aftur. Vit vísa hesum kvinnum á støð, har tær kunnu fáa hjálp til avrúsing.
Fleiri og fleiri útlendskar kvinnur
Tosað var eisini um, at nú Føroyar hava yvirtikið útlendingalógina, so átti tað verið gjørt meira við at fyrireika útlendsku kvinnurnar uppá at búgva her og lært tær málið. Tí tað er eyðsæð, at tær hava torført við at finna seg til sættis her, tá tær hvørki skilja ella tosa málið. Elin segði, at tær kvinnurnar, sum hava verið har siga, at tær eru í eini sera ringari tvístøðu, tí tær ikki trívast her, men hava onki at fara heimaftur til.
Børnini við mammunum
Tá ið kvinnur koma til Kvinnuhúsið við børnum, skulu børnini eisini hava hjálp til at koma víðari og yvir tað, sum tey hava verið vitni til ella út fyri. Tað verður gjørt á tann hátt, at børnini skulu sleppa at tosa um bæði mammuna og pápan. Og tað verður roynt at læra tey, at vaksin eru til at líta á. Oftani eru hesi børn fleiri ferðir svikin av øðrum vaksnum eisini, umframt foreldrunum tí at tey hava roynt at sagt onkrum frá tí, ið tey koma út fyri, men tann vaksni roynir bert at tiga tað burtur, líka sum foreldrini gera. Børnini vita, at tað, at mamma verður bukað, er ikki nakað, sum man tosar hart um, men onkuntíð hava tey samlað sær mót til at siga onkrum tað, og so fáa tey onga hjálp. Tað er hart, segði Elin Reinert Plank.
Vegleiða og hjálpa
Kvinnurnar, sum eru her, mugu sjálvar taka avgerðina, um tær fara heimaftur ella finna sær ein bústað aðrastaðni. Vit vegleiða teimum og hjálpa teimum til at tosa um trupulleikarnar. Vit biðja tær ikki fara frá manninum, tað er ein avgerð, sum tær koma til sjálvar. Vit eru ikki semingsfólk. Tá pør hava spurt um parterapi, vísa vit teimum til prest, prædikumann ella sálarfrøðing. Men í summum førum er tað ein trupulleiki, at tað kostar at fara til sálarfrøðing. Men sum ein av áhoyrarunum segði:
- Vit brúka nógvar pengar upp á rammuna, men alt ov lítið til myndina.
Heldur kvinnuhúsið enn familju
Nógvar kvinnur siga, at tær halda tað vera betri at koma til Kvinnuhúsið og tosa um trupulleikarnar, tí at vit eru uttanfyristandandi, kenna ikki umstøðurnar, meðan familjan, sum tær kanska eru rýmdar til meira enn eina ferð, troyttast og heldur yvirhøvur ikki, at nakað gott er í manninum. Men tað er ein sannroynd, at kvinnunum tørvar eisini at tosa um tær góðu síðurnar hjá manninum og at umskylda, at støðan er sum hon er.
Endamálið var upplýsing
Berhardina Klein úr áhugabólkinum hjá Húsmøðrafelagnum sigur, at endamálið við hesum fundinum var, at upplýsa um evnið. Tað kann til tíðir vera trupult at fáa fólk at tosa um eitt slíkt evni, men um man gevur sær góða tíð og letur fólkið sita og práta eina løtu, so koma spurningarnir av sær sjálvum. Uppmøtingin var so sum so, men hetta er jú eitt eymt evni, sum fólk kanska aftra seg við at tosa um. Hon leggur afturat, at áhugabólkurin var vælnøgdur við fundin hóskvøldið.