Tað er framvegis stórur tørvur á Kvinnuhúsinum, sum í 27 ár hevur upplýst um harðskap í parløgum og hevur vegleitt og hjálpt kvinnum, ið eru fyri harðskapi. Í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá Kvinnuhúsinum verður upplýst, at Kvinnuhúsið fekk 505 áheitanir í fjør, og at 11 kvinnur og átta børn gistu á Kreppumiðstøðini í 2017.
Í 2016 fekk Kvinnuhúsið 488 áheitanir, og tað árið gistu seks kvinnur og fimm børn á Kreppumiðstøðini.
Allar kvinnur, sum venda sær til Kvinnuhúsið við ymiskum trupulleikum, fáa vegleiðing og ráðgeving. Kvinnuhúsið bjóðar eisini kvinnum, sum eru fyri harðskapi, viðtalur og samrøðubólkar.
Kvinnur kunnu gista á Kreppumiðstøðini, so leingi tørvur er á tí. Tær kunnu somuleiðis hava børnini við á Kreppumiðstøðina.
Av teimum 11 kvinnunum, sum gistu á Kreppumiðstøðini í fjør, gistu seks kvinnur fyri fyrstu ferð, og fimm gistu á Kreppumiðstøðini fyri aðru ferð. Tær ellivu kvinnurnar og tey átta børnini búðu á Kreppumiðstøðini í tilsamans 328 samdøgur í fjør.
Flestu kvinnurnar, sum gistu á Kreppumiðstøðini í fjør, vóru millum 40 og 49 ár, og høvdu verið fyri bæði sálarligum og likamligum harðskapi. Sjey teirra søgdu seg ikki ætla at melda mannin til løgregluna, og fýra kvinnur umhugsaðu at melda mannin.
Menninir, sum framdu harðskapin, eru úr øllum samfelagsstættum og í øllum aldursbólkum.
3 starvsfólk starvast í Kvinnuhúsinum og Kreppumiðstøðini. Harafturat arbeiða 35 kvinnur sjálvbodnar í vaktarskipan, sum ger tað møguligt hjá kvinnum, sum eru fyri harðskapi, at ringja ella at flyta inn á Kreppumiðstøðina alt samdøgrið.
Sjálvbodnu kvinnurnar í Kvinnuhúsinum arbeiddu í meira enn 14.000 tímar tilsamans í fjør.