Kvinnuhald í Norðurlandahúsinum

Úti við 100 kvinnur og nakrir menn møttu til 8. mars tiltakið hjá KvinnufelagaSamskipan Føroya og Kvinnufelaginum í Havn í Norðurlandahúsinum.

Tvær framsýningar vóru á tiltakinum. Onnur til frama fyri arbeiðið hjá Amnesty International, sum greiddi frá um óhugnaligu støðuna hjá kvinnum í Pakistan, har neyðtøka og harðskapur eru amboðini hjá monnum og familjum at halda kvinnuni niðri. Hetta var rættiliga skelkandi lesnaður, har 10 kvinnur greiddu frá teirra lívi, áðrenn tær komu á eitt kvinnuheim. Útstoyttar og uttan samband við børn síni. Hin framsýningin í Norðurlandahúsinum var til heiðurs fyri seks føroyskar undangongukvinnur.


Pallborðsfundur um fosturtøku

Á skránni var eisini orðaskifti um fosturtøku. Endamálið við hesum var ikki at koma til nakra niðurstøðu sum so, men heldur at seta fosturtøku á skránna aftur. Birta Biskupstø, forkvinna í KSF, bjóðaði vælkomin og Elin Winther Poulsen, útvarpskvinna, stýrdi kjakinum í fullar 2 tímar.

Luttakararnir í kjakinum høvdu hvør sítt upplegg, sum tók støði í teirra áskoðan – fakligu og persónligu. Luttakarar vóru Jóhanna Arge, løgfrøðingur, Turið Holm, yvirlækni og gynækologur, Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur, Marjun Lómaklett, teologur og Durita Tausen, búskaparfrøðingur.

Jóhanna Arge, løgfrøðingur, sum vísti á, at verandi lóggáva frá 1956 er bæði óvirðilig og ótíðarhóskandi. Tíðin er runnin frá fleiri av ásetingunum, og stundum er ósemja stundum um, hvussu lógin skal tulkast.

Turið Holm, yvirlækni og gynækologur, segði ,at læknar í dag tulka lógina, so hon hóskar til samfelagið í dag, og tí átti hon eisini at verið dagførd.

Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur, greiddi frá tí sálarligu ávirkan fosturtøka kann elva til. Bæði fyri og eftir fosturtøku. Hon legði eisini dent á, at 90% av kvinnunum fáa ikki varandi sálarlig mein. Av teimum sum fáa mein, er orsøkin næstan altíð, at tær hava kent seg noyddar at fáa fosturtøku framda, tí umstøðurnar eru ikki til at fáa eitt barn.

Marjun Lómaklett, teologur, staðfesti at onki beinleiðis stendur í Bíbliuni um fosturtøku, og at hon tískil ikki fór at nýta Bíbliuni at kjakast út frá. Eisini vísti hon á, at munur er á, at vera ímóti fosturtøku, og at vera fyri fríari fosturtøku í samfelagnum.

Durita Tausen luttók í pallborðinum útfrá persónligum sjónarmiðum sínum, har hon í grundleggjandi er av teirri sannføring, at lívið byrjar, tá ið eggið er gitið.

Nógvir spurningar komu frá áhoyrarunum og eitt gott og livandi kjak fór fram ímillum tey og pallborðið.

Spurningar komu frá fleiri ymiskum sjónarhornum og málið var lýst væl og virðiliga.

Eftir kjakið var leskiligt sjálvtøkuborð og hugnaprát í Kafe Borðkróki.



--


Ingeborg Johannesen

f. 14.11.1901 – d. 02.07.1988


Ingeborg Johannesen var dóttir Ingeborg Nielsen úr Vági og Janus Djurhuus úr Havn, og vaks upp í Danmark. Ungdómsdreymur hennara var at gerast sjúkrasystur, men hon var ein av teimum sum fekk tuberklar og av tí gjørdist heilsan ikki so góð, og tað bleiv av ongum.

Sum vaksin kom Ingeborg til Føroya at vitja familju og eisini til Skálar, har hon átti fleiri systkinabørn. Har møtti hon glyvradronginum, Johan Johannesen, sum var lærari við Skála skúla. Seinni giftust tey og búsettust á Skála. Tey fingu tvær gentur og ein drong.


Skála húsmøðrafelag

1. mai 1952 stovnaði Ingeborg Skála húsmøðrafelag og har savnaði hon aðru hvørja viku næstan øll konufólk, eldri enn 14 ár, í gamla skúlanum til hugnakvøld við stokkum, upplestri og drekkamunni. Ingeborg undirvístiv eisini í kvøldskúla í hondarbeiði og matgerð – undirvíst varð heima hjá henni. Eisini savnaði hon skúlagenturnar til hondarbeiði.



”Spirella”-korsettið

Ingeborg umboðaði vælumtókta “Spirella”-korsettið. Hon tók mát av kvinnum, sum ynsktu sær antin brósthaldara ella hoftihaldara ella bæði út í eitt. Mátini sendi hon til Danmarkar og tað, sum kom aftur, var sum stoypt upp á kroppin.

Ingeborg hevði ein vakran urtagarð, ikki bara blómur og trø, men eisini jørðber. Hon ferðaðist eisini nógv suður í tey heitu londini, sum tá var óvanligt. Nógva annað kundi verið sagt um Ingeborg, tí hon var nakað heilt fyri seg.

Ingeborg var slóðbrótandi og nýskapandi. Hon stovnaði Skála Húsmøðrafelag, hon hevði kvøldskúla, hon umboðaði og seldi korset kring landið, dyrkaði ymisk plantusløg og feraðist til fjarskotin lond. Alt hetta var óvanligt fyri eina kvinnu í 1950´unum.


Ingeborg Johannesen andaðist í juli 1988, 86 ára gomul.


--

Elsa Súsanna Jacobsen

f. 07.12.1906 – d. 26.11.1992


Elsa Súsanna var ættað úr Lamba, dóttir Kristiannu f.Højgaard úr Rituvík og Hans Jacob Lamhauge, og búsettist á Glyvrum.


Kongshavnar kvinnufelag

6. november 1957 stovnaði Elsa Sanna, saman við øðrum kvinnum Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum. Endamálið var fyrst og fremst at hjálpa til á tí sosiala økinum.


Jólaveitslur, dunnuspæl og hús

Limagjaldið var 20 kr. um árið. Lítið av pengum var ímillum fólk tá, so tað gekk spakuliga. Tær bundu pløgg og seldu ella keyptu sjálvar. Høvdu basarar, sum øll lótu lutir til. Elsa Sanna dugdi sera væl at fáa øll við. Tað var høgtíðsdámur í bygdini tann dagin basarur var. Tá nýggi skúlin skuldi takast í nýtslu góvu tær gardinurnar. Seinni eisini urgu og ljósmyndatól. Elsa Sanna helt alt bera til, og tað gjørdi tað eisini. Jólaveitslu hildu tær í onkrum turkihúsi, har øll vóru vælkomin. Fyri at fíggja veitsluna gingu tær hús úr húsi at biðja um eitthvørt og væl gekst. Tær høvdu eisini dunnuspøl (bingo), og sjálvt um vinningarnir vóru heldur smáir, var tað ógvuliga hugnaligt. Elsa Sanna skipaði fyri.


Barnagarður

Tær sóu at brúk var fyri einum barnagarði og fóru at hugsa um hús. Tað var ramaskríggj í bygdini, tá kvinnufelagið keypti eitt grundstykki – tær vóru hildnar at verða púra svakar. Elsa Sanna, saman við hinum, gavst ikki so. Hetta var ein ógvuliga strævin tíð fyri tær. Men í 1976 varð miðhæddin liðug og hon varð leigað út. 2. mai 1982 lat barnagarðurin, sum ætlað, upp í kjallaranum í bygninginum hjá Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum.


Elsa Sanna var ófør, fekk alt at bera til. Ein slóðbrótari og íverksetari við lít.


Elsa Súsanna Jacobsen andaðist í november 1992, 85 ára gomul.


--




Súsanna Helena Patursson

f. 27.08.1864 – d. 15.12.1916


Súsanna Helena Patursson var dóttir Pól Patursson, bónda heima á Garði í Kirkjubø, og Elina Djónadóttur, úr bóndahúsinum Uppi í Stovu á Velbastað.

Súsanna Helena var elst av seks systkjum, har hini vóru beiggjarnir Jóannes, Petur, Sigert, Sverri og Gazet.

Barnaárini gingu systkini í skúla heima við hús í Kirkjubø, og síðani fór Helena ung til Danmarkar at nema sær útbúgving m.a. í handarbeiði, tekning og klaverspæli, meðan brøðurnir hildu fram í realskúlanum í Havn.


Høvundur

Á føstulávint í 1889 varð leikurin, Veðurføst eftir 24 ára gomlu Súsannu Helenu Patursson sum fyrsti upprunaføroyski leikurin, framførdur í Sjónleikarhúsinum í sambandi við tiltakið hjá unga Føringafelagnum. Bert fá brot av handritinum eru varðveitt, men ein mynd er tíbetur, og har sæst, at høvundurin sjálv var ein av leikarunum.

Leikurin segðist vera skemtiligur og snúgva seg um gerandis viðurskifti, har nógv av tí sum Føroyingafelag hevði sett sær fyri varð havt á lofti, og har áskoðanir hjá kvinnum, um eitt nú undirvísing í føroyskum skriftmáli og tjóðarmenning sum heild, vóru í miðdepli.


Mótmæli

Seinni búði Súsanna Helena nøkur ár í Keypmannahavn, har hon arbeiddi sum skrivari á eini advokatskrivstovu. Í 1896 stovnaði hon saman við fýra vinkonum Kvinnufelagið, sum mótmæli móti avgerðini hjá Føringafelagnum niðri ikki at loyva kvinnum at vera limir.

Súsanna Helena yrkti eisini, oftast dulnevnd, t.d. Far væl í 1896, og eftir hana eru eisini tvey drúgv stuttsøguhandrit skrivað á donskum máli, har kærleikssvik og óeydna tykjast vera evnið.

Í 1904 flutti Súsanna Helena aftur til Føroya. Hon var framvegis virkin í tjóðskaparrørsluni við sínum serliga atliti til umstøður og luttøku hjá kvinnum í menningini, og skrivaði m.a. greinir í Føringatíðindi og Fuglaframa, har stórur saknur var í jøvnum kynsbýti.


Oyggjarnar

Men aftur her var Súsanna Helena føst í verki, og longu í 1905(-08) gav hon út, stuðlað av trúgvum haldarum, blaðið, Oyggjarnar, við tilfari serliga ætlað kvinnum, í 1907 kókibókina Matreglur fyri hvørt hús og seinast í 1912 bústaðarbókina Fríðka um búgvið.

Henda skriving, ið dugnaði kvinnum til javnbjóðis luttøku í øllum samfelagsviðurskiftum, samsvarar neyvt við endamálsorðingina hjá Kvinnufelagnum í Havn, tá ið tað var stovnað í 1952.

Heilsan var ikki góð tey seinnu árini, og Súsanna Helena Patursson, undangongukvinna, høvundur og blaðstjóri, doyði í desember 1916, 52 ára gomul.



--

Karolina Petersen

f. 27.09.1924 – d. 11.11.2006


Tofta Kvinnufelag ynskir at heiðra Karolinu Petersen, sálu, ið m.a. var kend sum leiðari av ALV-skúlanum við Áir.

Karolina Petersen var av Toftum, dóttir Sannu og Andreas Hansen úr Túni, og búði meginpartin av lívi sínum í Hvalvík.

Karolina Petersen var fødd 27. september 1924. Hon myndaði sosialpolitikkin í seinnu helvt av farnu øld á endurbúgvingar- og vistarheimsøkinum í Føroyum.

Tað var fyrst í 50-árunum, at hon fór á Blindastovnin í Keypmannahavn at læra seg ymiskt handaligt arbeiði við tí fyri eyga at seta nakað í gongd í Føroyum.


Hjálp til førleikaskerd

Og hon fór til verka ikki bara við at skapa endurbúgving fyri blind í landi okkara, men fyri øll, ið vóru førleikaskerd. Hon fann fólkini, ið høvdu tørv á hjálp, gav teimum bústað og hon syrgdi fyri upplæring og skúla.


Skúlin við Áir

Í 1956 stovnaði Karolina Petersen skúlan við Áir, har fólk kundu búgva og nema sær útbúgving innan handil og skrivstovu. Hon slepti ikki einstaka næminginum, fyrr enn hon visti, at hann eisini hevði fingið lønt arbeiði.


Vistarheimið

Ávegis sá hon, hvussu trupult tað var at finna innivist til heilsubrekað. Tí var hon í 1965 stigtakari til Tórshavnar privata Vistarheim, ið framvegis er eitt vælvirkandi vistarheim. 10 ár seinni, tá tey vaksnu sálarsjúku ikki longur vóru send av landinum til viðgerðar, stovnaði hon Vistarheimið við Toftavatn.

Karolina Petersen gjørdi slóðbrótandi arbeiði, tá vit í 1976 fóru undir at gera okkara egnu frímerki. Hon sá, at her vóru miklir møguleikar hjá fólki við serligum tørvi. Ikki minst hava nógvar einkjur og einligur kvinnur í landi okkara arbeitt á Frímerkjadeildini. Tær fóru í lønt arbeiði og gjørdu mun í samfelagnum. Karolina bar so í bandi, at fáa ein sáttmála, ið virkaði á tann hátt, at tey við serligum tørvi áttu fyrsta rætt til arbeiði á Frímerkjadeildini. Og tey vóru tá mong í tali.


Sjúklingahotellið í Keypmannahavn

Sama árið var Karolina stigtakari til sjúklingahotellið, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn. Gistingarhúsið varð sett á stovn til tess at lætta um hjá kvinnum, monnum og børnum, ið vóru send á Ríkissjúkrahúsið annaðhvørt sum sjúklingar ella sum avvarandi.

Tá vit fóru undir at byggja ellis-og røktarheim í Føroyum, sá Karolina ein tørv fyri at skapa møguleikar fyri, at gomul fólk kundu búgva í egnum heimi so leingi sum møguligt. Tí var hon í 1980 stigtakari til eina tilkallimiðstøð fyri 80 eldri og einsamøll.

Karolina Petersen hevði serligar gávur at síggja, hvar neyðugt var við eini hjálpandi hond. Hon dugdi væl at samskifta við tey, ið høvdu ávirkan og ábyrgd í samfelagnum. Hugsað verður um politikkarar og embætisfólk. Hesi høvdu eisini álit á henni.

Samfelag okkara og mong við serligum tørvi í seinnu helvt av farnu øld áttu mikla ogn í konubrotinum og eldsálini Karolinu Petersen.

Karolina Petersen andaðist 11. oktober 2006, 82 ára gomul.




--

Hanna Joensen

(Jóhanna Sofía Joensen)

f. 24.02.1931 – d. 11.05.2006


Foreldur Hannu vóru Óla Jákup Jensen, reiðari og politikari, ættaður úr Kvívík, og Anna Rein úr Havn. Tey settu búgv í Havn og fingu fimm børn, har Hanna, doypt Jóhanna Sofía, var elst.

Hanna gekk í barnaskúla hjá frú Mohr, og fór síðani í realskúla. Hon var í bankalæru, men treivst ikki har. Í staðin fór hon 19 ára gomul til Skotlands at læra til sjúkrasystur á Bangour General sjúkrahúsinum í Edinburgh. Har fekk Hanna silvurmerki fyri næstbesta prógvið í Skotlandi tað árið, hon var liðug, í 1954.


Útbúgvingin ikki viðurkend

Men Danmark og Ongland viðurkendu ikki heilsuútbúgvingarnar hjá hvør øðrum, og heimkomin slapp Hanna ikki at arbeiða sum sjúkrasystir. Nakað seinni fór hon tí til Keypmannahavnar at umskúla seg, fyrst til læknaskrivara og síðani til korrespondent í enskum máli.


Har giftist Hanna í 1957 við Jóan Peturi Joensen, læknalesandi, úr Vági, og í 1962 fingu tey dóttrina Annu Mariu. Hesi árini royndi Hanna seg í ymiskum størvum, var á shippingskrivstovu, arbeiddi sum redaktiónsskrivari á blaðnum Tempo og treivst væl sum ferðaleiðari. Hanna fekk at enda eitt skiftisloyvi, so hon langt um leingi kundi fara aftur til arbeiðis og brúka ta útbúgving, sum hon hevði nomið sær í Bretlandi, og arbeiddi eina tíð sum sjúkrasystir á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.


Aftur til Føroya

Aftan á hjúnaskilnað flutti Hanna í 1965 heim aftur til Havnar saman við dóttrini, og stutt eftir læt Hanna saman við systir síni, Tordis, upp móta- og gávuhandlarnar Joto 7 og 9 í Havn.


Politisk vekingartíð

Tíðarskeiðið í 1970- og 80-árunum var ein politisk vekingartíð, og Hanna stillaði í fyrstu atløgu, eins og pápin, upp fyri Fólkaflokkin. Hetta rakk tó ikki til loysn á teimum trupulleikum, ið nógvar kvinnur stríddust við, og Hanna gjørdist í staðin kvinnupolitiskt virkin, fyrst í Kvinnufylkingini, har hon arbeiddi við heilsu og kynsligu viðurskiftunum hjá kvinnum: upplýsing, fyribyrging, spurningin um abort og stóra trotið á kvinnuligum læknum í heilsuverkinum, eitt stríð sum fevndi víða og bøtti munandi um støðuna tá.

Í Kvinnufelagnum var Hanna sera virkin við kvinnulistunum til býráðsvalini fyrst í 80-árunum. Hon var forkvinna eitt skifti og blaðstjóri á Kvinnutíðindum, tók lut í orðaskiftinum um javnstøðu og var skrivari í KSF, Kvinnufelagasamskipan Føroya, ta tíðina arbeitt var saman við NKS, Nordiske Kvindesagsforeningers Samorganisation, at fáa í lag og fyrireika norðurlendsku kvinnuráðstevnuna, Nordisk Forum 88.


Javnstøðulógin

Í 1984 fór Hanna í Joto út í Tinganes at arbeiða sum skrivari hjá landsstýrisfólki. Í 1986 var hon vald til forkvinnu í nýggju javnstøðunevndini, sum setti sær fyri at gera uppskot til føroyska javnstøðulóg og fáa lóg samtykta - eitt arbeiði, ið, hóast stóra mótstøðu, kortini eydnaðist soleiðis, at mismunur vegna kyn frá 1994 ikki longur var loyvdur í Føroyum.


Ódnartøk, sum Kvinnufelagið í takksemi minnist Hannu Joensen fyri.


Hanna Joensen andaðist 11. mai 2006.



--

Andrea Árting

f. 23.12.1891 – d. 30.05.1988


Andrea Árting var úr Havn, dóttir Súsannu Rasmussen av Kák og Jákup á Lag, men var sum barn til fosturs hjá mostur síni Trinu og Eliasi úti í Rættará.

Sum ung genta lá hon sjúk av tuberklum, men menti seg aftur og arbeiddi eftir tað í fiski og krambúð. Síðani fór hon til Keypmannahavnar, har hon tænti í nøkur ár sum arbeiðskona, áðrenn hon flutti heim aftur til Føroya, giftist og við tíðini eisini fekk fýra børn.


Havnar Arbeiðskvinnufelag

Jóannes Árting, maður Andreu, var skipari, og Andrea kundi tí arbeiða heima øll árini, soleiðis sum henni líkaði best. Hetta var eisini ein orsøk til, at fólk heittu á hana at standa á odda fyri nýliga stovnaða Havnar Arbeiðskvinnufelag, har hon í 1937 varð vald til forkvinnu. Eingin arbeiðgevari kundi saka hana, og tað dirvið hon í øðrum viðurskiftum hevði sýnt, kundi koma limum felagsins til góðar, og soleiðis bleiv eisini.


Líkaløn

Andrea Árting var forkvinna so gott sum øll árini frá 1937 til 1977, tá ið hon, 85 ára gomul, fór frá við sigrinum í skjáttuni, at líkaløn millum kvinnur og menn var tryggjað at koma í gildi tann 1. mai 1981. Hetta í mun til byrjanina, tá ið konufólkalønin var 30 oyru um tíman og mannfólkalønin 90 oyru.



Føroya Arbeiðarafelag

Frá 1940 til 1958 var hon eisini stjórnarlimur í Føroya Arbeiðarafelag og var gjøgnum tíðirnar við í mongum stríði, serliga fyrst í 1950´unum, tá ið ringastu tíðirnar vóru. Fyri henni hevði handans og andans arbeiði sama virði, har hvørt menniskja hevði rætt til løn, sum tað bar til at forsyrgja sær og sínum fyri, eisini kvinnur.


Politikkur

Rættvísi og sjálvbjargni lógu fremst í huganum. Í 1940 stillaði hon upp til løgtingsvalið fyri Loysingarflokkin, eins og hon stríddist fyri loysing undan fólkaatkvøðuni í 1946 og seinni var dyggur stuðul hjá Tjóðveldisflokkinum. Í Kvinnufelagnum var Andrea Árting heiðurslimur.


Frítíðin

Sjógvurin var eisini ein partur av Andreu sjálvari, og henni dámdi at dyrgja í Drunnhvíta, sínum lítla norska báti, og sum ung kona fekk hon í 1918 kappróðurin í lag aftur á ólavsøku. Hon lýsti eftir gentum at rógva, fýra bátar vórðu mannaðir, og Andrea sat sjálv til róðurs á vinnandi fýramannafarinum.


Yrking

Andrea hevði frá barnaárum stóran áhuga fyri tónleiki, spældi ymisk ljóðføri, yrkti m.a arbeiðara- og tjóðsangir, har serliga Dunandi aldan, við vakra lagnum eftir hana, er nógv umhildin.


Andrea Árting doyði 30. mai 1988, 96 ára gomul.