Kvinnulandsliðið hevur enn møguleikan

Malta vann á Georgia, so nú er víðopið í undanundankappingini á Malta

2. páskadagur gjørdist ein góður dagur hjá føroyskum kvinnufótbólti.

 

Fyrr í dag vann føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti 8-0 á Andorra, men fyri løtu síðani gjørdist dagurin enn bjartari, tí Malta vann 2-1 á Georgia, sum leygardagin vann 2-0 á Føroyum. Maltesisku kvinnurnar skoraðu málið í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Hetta merkir, at bólkurin í undanundankappingini er víðopin. Malta hevur seks stig, meðan Føroyar og Georgia hava trý stig. Andorra hevur einki stig enn.

 

Ger føroyska kvinnulandsliðið sína skyldu og vinnur á Malta, og Andorra tapir ímóti Georgia við seks málum ella færri, so vinna Føroyar seg víðari í EM-undankappingina.

 

Andorra tapti bert 3-5 ímóti Malta. Í 0-8 ósigrinum ímóti Føroyum fingu tær spælara útvístan longu í 18. minutti. Nú kann tað vísa seg at verða týðandi, at føroyska liðið megnaði at gagnnýta tað, og vinna sær ein góðan málmun.

 

Støðan í bólkinum

 

1. Malta 2 dystir  7-4  6 stig

2. Føroyar  2 dystir  8-2  3 stig

3.  Georgia  2 dystir  3-2  3 stig

4.  Andorra  2 dystir  3-13  0 stig