Soleiðis skrivar »Udenrigsministeriets Borgerservice«:
»ISRAEL/ALLE REJSER FRARÅDES: Rejsevejledningen for Israel er opdateret pga. den ustabile sikkerhedssituation. Vi fraråder alle rejser til hele landet (rød)«.
Danska uttanríkisráðið mælir frá allari ferðing til Ísrael orsakað av "óstøðugu trygdarstøðuni", stendur í ferðaráðgevingini hjá ráðnum.
Uttanríkisráðið mælir frá allari ferðing til Ísraels
Leygardagin varð trygdarstigið hjá Ísrael broytt frá gulum til appelsingult í ferðavegleing. Tað er nú reytt.
Danska uttanríkisráðið mælir frá allari ferðing til Ísrael orsakað av "óstøðugu trygdarstøðuni".
Tað stendur í dagføring av ferðavegleiðing hjá ráðnum seinnapartin í dag.
– Halt teg dagførdan umvegis miðlar, lokalar myndugleikar, tín ferðaleiðara ella títt hotell. Fylg boðum frá myndugleikunum á staðnum, skrivar ráðið.
Leygardagin varð ferðavegleiðingin broytt frá gulum, sum merkir "eyka varsemi", til appelsingult. Hetta merkir, at mælt verður frá allari ikki-neyðugari ferðing.
Leygardagurin var dagurin, tá Ísrael og USA framdu loftálop á Iran.
Seinnapartin í dag varð boðað frá, at trygdarstigið verður broytt til reytt, sum merkir, at mælt verður frá allari ferðing.
Litskala hjá Uttanríkisráðnum fyri trygdarstigið í einum landi er frá grønum til reytt.
Seinnapartin í dag hevði Udenrigsministeriets Borgerserviceein stuttan tíðindafund, har stjórin Peter Lehmann Nielsen luttók.
Har kom fram, at ongar ætlanir eru um evakuering, men at møguleikar eru at ferðast úr Miðeystri - og at tað eigur tú at gera, um tú ert í økinum.
Peter Lehmann Nielsen segði eisini, at Danmark er í samskifti við "okkara norðurlendsku samstarvsfelagar um eina felags tilgongd".
– Vit hava í løtuni ongar ætlanir um evakuering, men tað er greitt, at vit fyrireika okkum til allar støður, varð sagt.
Eftir at Ísrael og USA gjørdu álop á Iran leygardagin, hevur ófriðurin breitt seg til onnur lond í Miðeystri.
Fráboðanir hava verið um spreingingar í millum annað Irak, Katar, Bahrain, Saudiarabia, Abu Dhabi og Kuwait.
Danska uttanríkisráðið hevur einki ferðaráð til Katar og Kuwait, men skrivar, at støðan báðum støðum er "enn álvarsom og óforútsigilig".
Danska ráðið vísir til ferðaráðgeving úr øðrum londum, til dømis Svøríki, sum mælir frá allari ikki-neyðugari ferðing til Qatar og Kuwait.
Fyri Saudi Arabia eru ferðaráðini gul, undantikið økið innan fyri 50 kilometrar frá markinum til Jemen. Her verður mælt frá allari ferðing.
Fyri Libanon eru ferðaráðini reyð, eins og fyri Ísrael.
Fyri Jordan er tað appelsinlitt, sum merkir, at mælt verður frá allari ikki-neyðugari ferðing - undantikið transit á flogvøllinum í Amman, um støðan loyvir tí.
Heitt verður á danskar ríkisborgarar, sum búgva í økinum, um at skráseta seg á sokallaða danalistanum og lesa ferðaráðgevingina hjá Uttanríkisráðnum.
Danalistin er ein listi, sum danskir ríkisborgarar og persónar við uppihaldsloyvi í Danmark sjálvboðin kunnu tekna seg til, tá tey ferðast ella búgva uttanlands.
Fólk á danska listanum fáa sjálvvirkandi boð, um okkurt brádliga hendir, sum er viðkomandi fyri landið, tey eru í.
Í dag vóru stívliga 8.000 danir skrásettir á danskaralistanum í Miðeystri. Hetta er tó ikki eitt endaligt tal.
/Ritzau/










