Kvinnulandsliðið tapti

Fótbóltskvinnulandsliðið tapti í dag 2-0 fyri Georgia í undankappingini til EM undankappingina

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti tapti í dag fyrsta dystin í undankappingini í EM undankappingina. Georgia vann dystin 2-0 við einum máli í hvørjum hálvleiki. Almennu tølini siga, at føroyska liðið hevði fleiri skot á mál enn mótstøðu liðið. 

 

Georgia kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki og avgjørdi dystin ein minutt fyri tíð. Komandi dysturin hjá Føroyum er mánadagin móti Andorra. Triði og seinasti dysturin í bólki 2 í undan undankappingini verður mikudagin móti vertstjóðini Malta.

 

Georgia – Føroyar 2-0

1-0 Titiana Matveeva, 22

2-0 Lela Chichinadze, 89

 

 

Liðugt: 

89.min: Lela Chichinadze hevur avgjørt dystin við máli til 2-0.

87.min: Lív F. Arge kemur inn fyri Duritu Hummeland

73.min: Eyðvør Klakstein er komin inn fyri Ansy Sevdal

67.min: Føroyar ger eina útskifting. Inn kemur Milja Simonsen, meðan tað er ógreitt um tað er Malen Josephsen ella íðunn Magnussen, sum er farin út. Framvegis 1-0 til Georgia.

51.min: Føroyska liðið hevur havt tvær royndir á mál í seinna hálvleiki, men tað hevur ikki eydnast at fáa útjavnandi málið.

 

Hálvleikur: 

Heidi Sevdal hevur fingið gult gult. Dómarin hevur bríkslað fyri seinastu ferð í fyrra hálvleiki. Georgia er á odda 1-0. Føroyska liðið hevur havt fýra royndir á mál - tað er ein fleiri enn Georgia.

40. min: Georgia hevur stóran møguleika, men skorar ikki

31.min: Bæði Olga Kristina Hansen og Fríðrún Danielsen hava havt roymdir á mál, men enn er Georgia á odda.

22.min: Georgia hevur verið omaná hvat møguleikum viðvíkjur, og nú eru tær eisini komnar á odda. Málið skoraði Titiana Matveeva.

 

Føroyar: Hanna Poulsen - Íðunn Magnussen, Sigrun Kristiansen, Arnborg Lervig, Durita Hummeland - Heidi Sevdal, Malena Josephsen, Ansy Sevdal - Fríðrún Danielsen, Olga Kristian Hansen, Rannvá Andreasen (Uppstilling sambært uefa.com)

 

Undan dystinum:

 

Kvinnurnar klárar at vinna seg víðari

 

Mikudagin setti føroyska A-landsliðið við kvinnum kós ímóti Malta, har innleiðandi kapping til EM-undankappingina verður á skránni næstu dagarnar

 

Føroyska A-landsliðið við kvinnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til innleiðandi kapping á Malta, har tær skulu spæla tríggjar undan-undankappingardystir ímóti Malta, Georgia og Andorra. Vinnarin av kappingini spælir seg víðari til sjálva EM-undankappingini, sum byrjar í heyst.

 

Í vetur hevur føroyski hópurin vant einaferð um vikuna á Tórsvølli, men ringa veðrið hevur havt sína ávirkan á fyrireikingarnar.

 

- Tíverri hava vit verið noydd at avlýst nakrar venjingar vegna frost og kava. Kvinnurnar hava eisini havt trupuleikar av at ferðast til og frá venjing orsaka keðiliga veðrið. Á veg til Malta fingu vit vant og spælt ein venjingardyst í Keypmannahavn, so hóast keðiliga veturin, so eru allar væntandi klárar til tríggjar krevjandi dystir, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðsvenjari.

 

Fyrsti dystur í kappingini verður ímóti Georgia leygardagin 4. apríl klokkan 11:00 lokala tíð. Føroyar og Georgia vóru eisini í bólki saman fyri tveimum árum síðani, og ta ferðina vann føroyska liðið við 2-1. Heidi Sevdal skeyt bæði málini fyri Føroyar.

 

Kortini væntar landsliðsvenjarin, at kappingin hesaferð verður harðari enn seinast. Tá fóru nummar 1 og 2 víðari til undankappingina, meðan tað í ár bara er vinnarin av kappingin, ið sleppur víðari. Har afturat er føroyska liðið nakað skert til fyrsta dystin.

 

- Málverjin úr EB/Streymi, Anna S. Hansen hevur verið partur av flogbóltsfinalunum, og verður tí ikki við í fyrsta dystinum. Seinast vunnu vit tepurt ímóti Georgia, og Malta er væntandi á sama støði sum vit. So hetta verður trupult, men vit trúgva uppá, at tað ferð at bera til aftur hesaferð, sigur Jón Pauli Olsen við fsf.fo.