Farna vikuskiftið skrivaði 31 ára gamla, Vilde Mollestad Rislaa norska fótbóltssøgu.
Hon hevur í júst farna kappingarári verið høvuðsvenjari hjá Skeid Oslo í triðbestu norsku fótbóltsdeildini. Millum mótstøðuliðini hjá Skeid Oslo var liðið hjá Hera Hjalt Mohr, Strømmen.
Vilde Mollestad Rislaa hevur ført Skeid Oslo til fyrsta plássið í deildini, og tí flytur Skeid Oslo beinleiðis upp í næstbestu norsku fótbóltsdeildina.
Vilde Mollestad Rislaa skrivar aftur søgu komandi kappingarár, tí tá verður hon fyrsta kvinnan, ið er høvuðsvenjari hjá einum liði í næstbestu norsku mansdeildini.
Vilde Mollestad Rislaa, ið fekk starvið 20. desember í fjør hevði í sínum fyrsta kappingarári við Skeid Oslo 17 sigrar, sjey javnleikir og bert tvey tap.