Í Klaksvík gjørdi løgreglan í gjár tað sum tey nevna »eitt málrættað átatak« við barnagarði í Klaksvík. Har varð eitt klipp givið, tí ein bilførari ikki nýttu trygdarútgerðina í bilinum til barnið.
Løgreglan kannaði eisini ferðina við Kaldbakstunnilin gjáramorgunin. Har vóru trý mál skrivað, sum góvu bilførarum klipp fyri at koyra ávikavist 105, 106 og 106 km um tíman.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at tey í gjár fingu boð um ein bil, sum varð farin á rull við eitt hvíldarheim og stoytti saman við ein annan parkeraðan bil, sum fekk smávegis snuddir. Men hví bilurin var farin á rull, visti vakthavandi ikki at siga.
Og aftur í gjár vóru boð um leys djór í Trongisvági.