Kvinnulistin

Katrin Haraldsen
Eiði
Valevni á Kvinnulistanum


Á skránni hjá Kvinnulistanum, lista B. er millum annað hetta.

Havnarlagið:
Kommunan skal skapa karmar og seta krøv til verandi og komandi virkir á havnarlagnum.
Vit ynskja at menna, fríðka og arbeiða framm ímóti einum reinum og hugnaligum havnarlagi. Fólk skal setast til at taka sær av økinum.
Skipast skal fyri at el-skáp verða uppsett, so at ein og hvør sum ynskir tað, kann fáa landstreym ímóti gjaldið.
Drátturin skal breiðkast soleiðis, at hann kann brúkast til vognar og sum vanligur dráttur til smábátar. Spælið sum kommunan eigur, skal setast upp og vognur fáast til vega, og lænast út imóti gjaldið.
Egningarskúrar við frystigoymslu og tilhoyrandi felags wc´ið skulu byggjast og leigast út til teir bátaeigarar sum dríva útróður fast. Av og á skiping av reiðskapi skal verða við skúrarnar.
Verandi egningarskúrar skulu allir fríðkast við einum klædning framman og møguliga eina reising á.
Keikanturin skal verða reinur og fríur fyri oljudálking.

Barnagarður:
Barnagarðurin skal byggjast í tí "nýggju" bygdini og í einari lon, eftir vegnum sum er frá Torvanesi og niðan í skúla. Vit ynskja ferðsluna burtur úr tí "gomlu" bygdini.

Umsorganarøki:
Staðið har barnagarðurin er ætlaður at liggja, skal heldur í framtíðini leggjast av til vardar íbúðir, tætt uppat og í samstarv við Korndalsbýlið. Okkara borgarar við breki og serligum tørvi, skulu eisini hava møguleika at seta búgv í heimbygdini. Og tey eldru heimabúgvandi og sum eru óhjálpin eiga at fáa tilboð frá eldrabýlinum um heitan mat hvønn dag. Vit hava ábyrgdina av teimum øllum.

Samstarv:
Vit ynskja samstarv við grannakommununa á jøvnum føti. Kostnaður av felags útbyggingum, skal verða í mun til nýtsluna.

Tey ungu:
Tey ungu skuldu í samstarvi við ein leiðara fingið møguleika fyri einum aktivum frítíðartilboðið.

Umhvørvi:
At vit arbeiða miðvíst við Burðardyggari Menning.

Umsiting:
Vit hava brúk fyri eini umsiting sum arbeiður fyri allar borgarar, og upplýsir um gongdina í kommununi. Hettar kundi verði gjørt við eini heimasíðu. Bygdir sum ikki fáa umboð í kommunustýrið, skulu hava møguleika at útnevna eitt umboð at tala teirra søk, skrivliga til kommunustýrið.

Fíggjarliga orkan.
Okkara fíggjarliga orka, er sera nógv tengd at fiskivinnu á sjógvi og landi. Tí er neyðugt at fara væl um tað fíggjarligu orku vit hava, og neyðugt verður við neyvum raðfestingum.
VEL LISTA B, KVINNULISTAN, vit vilja taka ábyrgd. Gott val.