Kvinnur drekka verri

Bretskar kvinnur eru farnar at drekka meiri tey seinastu árini, og nú hava tær fingið menninar aftur Drykkjuvanarnir hjá bretskum kvinnum eru broyttir nógv tey seinnu árini, og nú drekka tær bretsku kvinnurnar líka nógv alkohol sum bretskir menn. Tað skrivar blaðið The Daily Telegraph.

Broytingin sæst eisini í hagtølunum hjá løgregluni, tí altsamt fleiri kvinnur koma í svørtubók hjá løgregluni fyri ymiskt, sum tær gera, meðan tær eru druknar. The Daily Telegraph skrivar, at tey bæði seinastu árini eru 30 prosent fleiri kvinnur tiknar fyri ólátaðan atburð orsakað av drykkjuskapi.

Uppaftur verri er við ungum gentum, sum als ikki hava loyvi at keypa sær sterkt. Tær eru 47 prosent fleiri í svørtubók nú enn fyri tveimum árum síðani.