Kvinnur á Facebook

Teir flestu menninir munnu vera komnir til ta niðurstøðu, at tað eru kvinnurnar, sum brúka Facebook, og nú er tað eisini prógvað. Ein kanning, sum stovnurin Jon Lund hevur gjørt, og sum stendur í tíðarritinum "Women socialize", vísir, at kvinnurnar sita á Facebook, og at menninir hyggja eftir tíðindum, tá teir eru á telduni. Kanningin vísir, at 1,3 millión danskar kvinnur brúktu í meðal meiri enn 19 minuttir á Facebook í august mánaði. Menninir brúktu minni enn helvtina. Harafturímóti brúktu menninir munandi meiri tíð enn kvinnurnar til at lesa tíðindi á alnótini.