Hvørt ár verður eitt ávíst land útvalt til at verða biðið fyri. Í ár er suðuramerikanska landið Paraguay evnið.
Ein bólkur av kvinnum frá ymsum kristnum samkomum í Paraguay hava í eina tíð arbeitt við at gera skránna til Altjóða kvinnubønardagin í ár.
Í hesi skránni lýsa tær suðuramerikansku kvinnurnar tørvin og neyðina í landinum, og verður henda skráin síðani send til kvinnur í 180 londum. Hvørt land umsetir so skránna til teirra mál, og tað sigst, at hesa ferð verður skráin umsett til fleiri enn 1000 mál.
Her hjá okkum verður altjóða kvinnubønardagurin hildin nú fríggjadagin á trimum støðum: Í KFUM í Havn, í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík og í missiónshúsinum í Vági. Í øllum støðum verður byrjað kl. 19:30.
Eingin veit við vissu, nær fyrsti Altjóða kvinnubønardagurin var í Føroyum, men í 1964 varð lýst í bløðunum, at dagurin var í KFUK.
Í dag eru kvinnur úr sjey samkomum í Føroyum við til at skipa fyri Altjóða kvinnubønardegnum.
Vegna tíðarmunin í heiminum biðja ikki allar kvinnurnar um somu tíð. Dagurin byrjar við sólarrisi á Tongaoyggjunum í Kyrrahavinum og heldur fram runt heimin til seinasta møtið á Samoa-oynni í Kyrrahavinum.
Deila ótta og gleði
Gjøgnum Altjóða kvinnubønardagin eru kvinnur um allan heimin við til í fyrstu syftu, at játta sína trúgv á Jesus Kristus og at deila vón og ótta, gleði og sorg, møguleikar og tørvir hjá hvørji aðrari.
Gjøgnum Altjóða kvinnubønardagin verða kvinnurnar samstundis eggjaðar til at liva ikki bert í sínum nærumhvørvi, men at fylgja við runt í heiminum, og at ríka seg av royndunum hjá trúgvandi í øðrum londum og við aðrari mentan.
Tær ynskja eisini, at deila byrðarnar hjá øðrum og at biðja við og fyri teimum og síggja møguleikarnar at tæna í samfelagnum.
Kvinnurnar vátta somuleiðis, at bøn og handling hoyra saman og eru av sera stórum týdningi fyri heimin, út frá tí sum Jesus sjálvur bað: “At tey øll skulu verða eitt”.
Júst hetta kann hesin felagsskapur vera tekin um.
Stuðla peningaliga
Peningainnsavnan er hvørt ár, tá altjóða kvinnubønardagurin verður hildin.
Í ár verður peningurin latin til tríggjar ymiskar verkætlanir:
Eina bønardagsvekrætlan fyri Brasilia: Innbúgv til eitt mammuheim í Brasilia
Dansk Missionsforbunds Kvinder: Stuðul til barnaheim í Ghana og Verkstað til ung í Illulissat í Grønlandi
Stuðul til okkara biðidagssamskiparar í Litava, Ukraina og Malawi.