Kvinnur kunnu hava villar dreymar

- Tað er ikki so sjáldan, at serliga kvinnan í húsinum kann hava villar fantasiir, samstundis sum maðurin stúrin gongur og suffar, sigur innanduraarkitektur.

Gunnbjørg R. Gunnbjørgsdóttir er útbúgvin innandura arkitektur. Í fleiri ár hevur hon bjóðað fram sína útbúgving, vitan og áhuga fyri tí, sum er inni í einum húsum ella bygningi.

 

Hon hevur ráðgivið og hjálpt privatfólki, fyritøkum og stovnum at seta møblar, lampur, prýðislutir og ymiskt annað á rætt stað.

 

- Tá boð eru eftir mær, og eg komi út á heimavitjan, sum eg rópi tað, brúki eg aloftast tað, sum frammanundan er inni.

 

Hon vísir á, at í flestu førum er einki galið við tí, sum er inni, men tað er oftast uppsetingin av myndum og málningum, lampum og partvís møblum, sum kundi verið øðrvísi.

 

Gunnbjørg sigur, at sum oftast eru fólk væl nøgd, tá hon fer avstað aftur.

 

- Tað er ikki so sjáldan, tá eg komi á umbidna á heimavitjan, at serliga kvinnan í húsinum kann hava villar fantasiir, samstundis sum maðurin stúrin gongur og suffar.

 

Hon sigur, at í onkrum heimi, sum hon hevur vitjað, gekk kvinnan við ætlanum um at býta køk og stovu um.

 

- Eg dugdi ikki at síggja, at hetta var skilagott, og eg fekk tosað hana frá hesum.

 

Gunnbjørg Gunnbjørgsdóttir sigur, at tann, sum tá var himmalglaður, var maðurin, sigur hon brosandi.

 

- Viðhvørt hugsar kvinnan, at nú skal okkurt henda, men tað er minni enn so altíð, at hon veit, hvat hon veruliga vil, og ofta eru hennara dreymar kostnaðarmiklir, um teir skulu førast út í lívið.

 

Innanduraarkitekturin vísir á, at tað er jú ikki altíð, at familjan - innast inni - kortini vil brúka pening upp á eitt óneyðugt eksperiment.

 

Gunnbjørg sigur, at einaferð, tá hon var á heimavitjan, hevði kvinnan í húsinum dreymar um mangt og hvat.

 

- Tá eg møtti manninum í hurðini, segði hann, at kona hansara hevði villar dreymar, og so legði hann aftrat, at honum dámdi lítið, at eg var komin á gátt.

 

Hon sigur, at í hesum føri fekk hon eisini tosað kvinnuna frá sínum dreymum, ið eisini vóru rættiliga kostnaðarmiklir, tá veggir, gólv, rør og annað skuldi flytast og broytast.

 

- Tá eg fór avstað aftur, takkaði maður hennara mær fyri, at eg hevði tosað kona hansara til “fornuft”, leggur hon aftrat.

 

Gunnbjørg R. Gunnbjørgsdóttir sigur, at hon eisini hevur havt fleiri uppgávur umborð á skipum.