Anna Dahl-Olsen
Valevni til býráðið
Kommununar í dag umsita og hava endaligu ábyrgdina av fleiri týdningarmiklum sosialmálum. Býráðsarbeiði er ikki bara vegagerðir, havnaútbyggingar og aðrar tekniskar veitingar. Hetta er tann minni parturin. Tann størri parturin snýr seg um sosialmál so sum skúlamál, eldramál, heilsumál, barnaansing, mentan, umhvørvi og so fíggjarmál.
Býráðsarbeiði er at skapa trivna í nærumhvørvinum, at skapa møguleikar hjá tí einstaka at kunna velja og virka. Býráðspolitikkur skal stimbra vælferðina hjá tí einstaka við tiltøkum sum viðkemur nærumhvørvinum.
Eitt nærumhvørvi har familjur, kvinnur og menn trívast. Kvinnur hava ofta eitt annað sjónarmið til sama mál enn menn. Tí skulu ikki bara menn raðfesta, kvinnur skulu eisini verða við til at raðfesta fíggjarkarmarnar til einstøku málsøkini. Kvinnur hava skyldu til at taka lut í býráðsarbeiðinum.
Ein betri javnvág millum kvinnur og menn í býráðnum hevði verið rættari, tá ið vit hugsa um, at størsti parturin av býráðsarbeiðinum umfatar sosialmál.
Men kvinnur skulu ikki sita í býráðnum, bara tí tær eru kvinnur.