Vit hava allar hesar orrusturnar. Skulu vit hava eina grundlóg? Eru vit undir donsku grundlógini? Er tað best at fáa só nógvan blokkstuðu sum møguligt? Skulu vit hjálpa kvinnum í politikk? Skulu vit hava aðra valskipan ella kanska bara eitt valdømi?
Semjur?
Spurningarnir eru nógvir, semjurnar fáar og ivamálini stór. Kjakið á Løgtingi og millum politikarar melur ofta í kring, so sigast kann at Kringvarpið varð rætta navnið.
Vit hava tó fingið meira fokus á langtíðarætlanunum og bakgrundsarbeiðinum, sum bæði hvítbókararbeiðnum og Visjón 2015 bera boð um.
Grundarsteinurin
Tó saknast ítøkilig ting. Vit vilja øll verða millum heimsins fremstu lond og hava eitt av heimsins bestu samfeløgum. Umframt ætlanir á snøgt sagt øllum samfelagsøkjum, krevur eitt slíkt mál eisini nakað heilt grundleggjandi, so sum eina jarnharða beinagrind. Nevniliga eina sterka, dynamiska og fleksibla politiska skipan. Ein skipan sum fokuserar á tað nýmótans; at verða alheims - og á at verða bakvaktin og grundarsteinurin at leiða Føroyar fram á ovastu rók.
Manglar nógv
Har manglar nógv í dag. Vit hava enn ikki ræði á dómsvaldinum og útinnandi valdið er á einum rímiligum støði. Okkara ungu taka í stóran mun útbúgvingar og vit klára stórt sæð at nøkta tørvin á útbúnaðari arbeiðsmegi. Bygnarðarliga er enn tørvur á broytingum, men talan er jú um eina framhaldandi tilgongd.
Tingið.
Løgtingið, sjálv ímyndin av fólkaviljanum, er tó langt burtur frá tí styrki tað skal hava. Vit hava valt at hava ein skipan við fleiri valdømun, lágari valgátt, lutfallsvali við møguleika at rætta uppá størstu skeivleikarnir, tó soleiðis at tað sera ofta er stórur munur á bíligasta og dýrasta umboði. Heldur ikki hava vit okkara egnu grundlóg. Annar trupulleikin er, at vit hava alt ov fáar kvinnur í politikki.
Eitt professionelt parlament krevur møguleikar hjá umboðunum at arbeiða og at fáa hjálp til politiska arbeiðið. Hetta er alneyðugt, um vit krevja av politikarunum, at meira samstarv skal verða og at arbeiðast skal við størri ætlanum. Fyri at samstarva, skal vera nakað at samstarva um. Tað er ikki støðan í dag. Løgtingsumboðini kunnu sjálvsagt brúka løgtingsskrivstovuna og partvíst ein skrivara. Her er neyðugt at avgerða, um vit vilja hava eitt dynamiskt parlament. So er eisini neyðugt at einstaki politikarin fær betri arbeiðsumstøður, t.d. við at hvørt umboð fær fígging til ein hálvtíðarráðgeva.
Stig
Politikkur snýr seg eisini um at vinna stig fyri at verða valdur við næsta val, og í hesum arbeiði er neyðugt hjá einum politikara at hava neyvt samstarv við ein skrivara ella ráðgeva, um ætlanin er at fáa dynamikk í verkið. Eingin fer at lata síni genialu hugskot frá sær til eina felagsskrivstovu.
Hvar eru kvinnurnar?
Men tann størsti trupulleikin er væntandi kvinnuumboðanin. Ein kann hava sína persónligu meting um hví vit hava alt ov fáar kvinnur í politikki, men tað er ein sannroynd at so er. Tí má hugsast hvussu hetta kann broytast. At kvinnurnar á Tingi hava, so segði hann, tikið í egnan barm, og bara eru farnar ígongd, er knasandi gott. At fleiri kvinnur so síggja tað sum mannminkandi, at kvinnur skulu skúlast til politikk, er sjálvandi eitt sjónarmið. Men heilt einfalt, so er tað spurningurin um vit ynskja fleiri kvinnur í politikk. Mítt svar er ja. Hví? Tí kvinnur hava nakrar eginleikar sum samfelagið hevur tørv á, og sum ov nógvir menn í flokki ikki megna at lyfta, umframt at tað er ein sjálvfylgja í vanligari javnstøðuhugsan.
Eru vit samd um, at vit ynskja fleiri kvinnur í politikk, so skilji eg ikki mótstøðuna ímóti at kvinnur kunnu taka seg saman í bólk ella fáa serlig skeið um politikk. At tað skal verða mannminkandi og staðfestur at kvinnur eru minni enn menn, er púra burturvið. Kvinnur hava ikki størri tørv á vitan enn menn, menn hava ikki meira vitan enn kvinnur, menn høvdu so sanniliga eisini havt tørv á einum skeiði um politikk. Men politikkur í Føroyum í dag er ein mannsverð, eitt kall til kallar og millum kallar. Tí kann tað verða trupult hjá kvinnum at sleppa fram at. Tí skal eitt skeið til kvinnur síggjast sum jarnbrotið at broyta hesa ringrásina, soleiðis at kvinnur eisini lættari sleppa fram at, og at tað gerst náttúrligt at vit hava nógv fleiri kvinnur í føroyskum politikki. Her er einki meira náttúrligt, enn at tær kvinnur sum sita á Tingi, eru við til at leggja lag á, eisini tí at tær av sær sjálvum hava ein leiklut sum fyrimyndir