Nú skulu vit hava meiri javnstøðu í politikkin.
Tað halda tær báðar løgtingskvinnurnar, Hervør Pálsdóttir fyri Tjóðveldi, og Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.
Tær hava nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta stýrisskipanina fyri at eggja til meiri javnstøðu í politikki.
Tær vísa á, at eftir lógini, hava vit bara løgtingsmenn og landsstýrismenn, tí tað eru formligu heitini á teimum, sum manna løgting og landsstýri.
Tey vísa á, at Løgtingið hevur samtykt at seta bæði Javnstøðunevndina og Demokratia á stovn fyri at virka fyri meiri javnstøðu
Men tá ið stýrisskipanin framvegir brúkar heitini løgtingsmaður og landsstýrismaður,
løgtingsformaður, nevndarformaður og løgmaður, kann mann seta spurnartekin við, um stýrisskipanin leggur upp til, at hesi skulu vera annað enn mannfólk, halda tær báðar.
Tær halda at tískil er tíðin komin til at broyta hesar orðingarnar, so tær fevna um bæði kynini og tað er hetta, tær nú hava lagt uppskot fyri Løgtingið um.
Tær halda, at hereftir skal ein landsstýrismaður eita landsstýrisfólk og løgtingsmaður skal eita landsstýrisfólk.
Men er talan um ein mann, kann heiti verða landsstýrismaður og er talan um eina kvinnu, kann heitið vera landsstýriskvinna, og tað sam ger seg galdandi fyri tey, sum sita á Løgtingið.
Eisini skal vheitið embætismaður broytt til embætisfólk.
Tó verða heitini løgmaður, løgtingsformaður og næstformaður standandi í lógartekstinum, men almennu starvsheitini verða broytt, alt eftir hvør situr í embætinum.
Av tí, at talan er um at broyta stýrisskipanarlógina, skal tað samtykkjast av tveimum løgtingum og sostatt skal tað samykkjast av bæði hesum Løgtinginum og tí næsta Løgtinginum.