Kvinnurnar skulu upp ovastu rók

Um aldarskiftið vóru B36-kvinnur ofta ovast á pallinum, men seinastu árini hevur verið heldur soltið.

Aleksander Djordjevic hevur seinastu tvey kappingarárini verið venjari hjá B36 kvinnunum. Fyrst sum venjari hjá felagsliðnum AB/B36, og nú sum venjari hjá 1. deild kvinnum.

 

Liðið hevur ment seg venjing fyri venjing, og hæddarpunktið kom sunnudagin, tá kvinnurnar vunnið ein greiðan sigur á oddaliðið EB/Streymur/Skála. Felagsliðið hevði frammanundan bert mist stig ímóti 16-faldu Føroyameistarunum úr KÍ.

 

B36 og Djordjevic hava í dag undirskriva sáttmála, ið bindur hann til felagið komandi kappingarárið eisini.

- Vit eru væl nøgd við arbeiðið, ið Djordjevic hevur gjørt í felagnum, sigur Rúni Herup Olsen, formaður í B36. Hann leggur aftrat, av vit vóna at Djordjevic klárar at menna kvinnu fótbóltil í felagnum enn meira, so B36 aftur verður at finna á ovastu rók.