Lønarmunur
Í Noregi kunnu tey ikki rósa sær av, at landið telist millum tey í Evropu, har best stendur til við líkaløn millum kvinnur og menn.
Samanlagt eru 11% á muni á inntøkuni til fyrimuns fyri menninar við somu starvsroyndum og útbúgvingum hjá báðum kynum.
Eisini innan somu starvsgreinir tjena kvinnurnar minni enn menninir.
Hetta vísir ein nýggj kanning í Noregi.
Fiskiídnaðurin
Eitt av starvsøkjunum, sum er við í kanningini, er fiskiídnaðurin. Her tjena kvinnurnar heili 17% minni enn menninir!
Granskarin, Hege Torp, sum starvast við samfelagsgransking á lærustovni í Noregi, hevur lagt fram hesa kanning sum vísir, at Noreg als ikki telist millum tey lond í Evropu, sum eru best stillaði við líkaløn millum kynini.