Kvotur fyri svartkjaft og norðhavssild tvífaldast

Føroysku kvoturnar fyri svartkjaft og norðhavssild í 2017 vera ávikavist 476.901 tons og 125.597 tons

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins tikið avgerð um, at føroysku kvoturnar fyri svartkjaft og norðhavssild í 2017 vera ávikavist 476.901 tons og 125.597 tons.

 

Stóri vøksturin í føroysku kvotunum stendst í fyrsta lagi av, at strandarlondini samdust seinasta heyst at hækka mest loyvdu veiðu fyri báðar stovnar samsvarandi havlívfrøðiligu ráðgevingini frá ICES fyri 2017.

 

Eisini stendst vøksturin av, at í fjør ásetti fiskimálaráðharrin størri lut til Føroya av svartkjafti og norðhavssild. Í ár er føroyski luturin av norðhavssild hartil hækkaður til tess at lutfalsliga útjavna nýliga økt krøv frá øðrum pørtum.

 

– Føroyar hava sera væl undirbygd og skjalprógvað krøv til eitt rættvíst býti av svartkjafti og norðhavssild. Tað hevur stóran strategiskan týdning fyri føroysku samráðingarstøðuna, nú strandarlandasamráðingarnar halda fram seinni í ár, at árligu føroysku kvoturnar endurspegla havlívfrøðiliga veruleikan í Norðurhøvum og í Landnyrðingsatlantshavi eins og okkara mál og mið í hesum samráðingum um at býta svartkjaftin og norðhavssildina av nýggjum millum strandarlondini, sigur Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri.

 

Fiskiskapurin eftir svartkjafti og norðhavssild í 2017 verður endaliga skipaður í kunngerðum, sum verða lýstar í næstu framtíð.