Jákup Petersen
?????????????
Kyksilvur í grind er vandaleyst
Sannleikin er, at onki nýtt er komið fram seinastu 10 - 15 árini innan kyksilvurkanningum í heiminum. Tær stóru, neyvu og áhaldandi kanningarnar seinastu árini hava verið mótsigandi og onkrar (írokna føroya-kanningin) hava víst ivasamar smáar broytingar á ávísum børnum har mammurnar høvdu hækkað kyksilvurviðri. Aðrar kanningar so sum sheychellukanningin hevur ikki víst nakrar broytingar hjá børnum í heila tikið og har hava mammurnar munandi hægri kyksilvurviðri enn í Føroyum.
Føroyska kyksilvurkann-ingin er ein altjóða kanning leidd av dananum Philippe Grandjean við góðari hjálp av tí kenda kyksilvur ser-frøðinginum dr. Thomas Clarkson og feløgum hansara dr. Philip W Davidson og Elsa Cernichiari frá Rochester universitetinum í New York. Dr. Clarkson hevur gjørt kanningar um allan knøttin í meira enn 20 ár
Í Føroyum verða nakrir yvirlæknar tiknir við í kanningararbeiðið. Nevnast kunnu Sjúrður Olsen, Fróði Joensen, Pál Weihe og Ulrika Steuerwald. Kanningin varðar í nógv ár og skrivaðar verða heilt nógvar greinir um evnið. Høv-uðshøvundar er oman fyrinevndi Philippe Grandjean og felagar hansara úr Danmark, Japan, Boston og Rochester. Føroysku læknarnir standa eisini fyri einstakum greinum.
Í fyrsta umfari kemur ein niðurstøða frá føroysku kanningini har sligið verður fast, at teir onki hava funnið. Seinri verða ymiskar broytingar gjørdar og føroyski bólkurin kemur síðani fram til, at talan kann verða um smáar broytingar. Hesin háttur at arbeiða uppá fellur vísindafólki fyri bróstið, og til tíðir verður mótmælt hvassliga.
Tannleysir fjølmiðlar
Føroyskir fjølmiðlar fylgja t.d. væl við tá ráðstevna er í USA í novembur 1998. Tað ljóðar sum um tað er føroyska kanningin sum verður løgd fram fyri Al Gore varðaforseta í USA. Men í verunleikanum er tað Committee on Environmental and Natural Resources (CENR) sum skip-ar fyri Workshop um kyksilvur í Raleigh í North Carolina. Kommitein er undir amerikansku stjórnini, so Al gore varð har og setti ráðstevnuna og fór so avstað aftur.
Nógv vísindafólk um allan heim eru savnaði til hesa ráðstevnu fyri at meta um árinið sum lág viðri av kyksilvuri hava á barnið í móðurlívi. Í hesum sambandi verða tey vísindafólkini, sum hava gjørt kanningarnar í Irak, Seychellunum, Føroyum og í Amazonas boðin við.
Tilfarið frá Workshoppini er rúgvusmikið, men tað er torført at koma við nakrari niðurstøðu av tí at kanningarúrslitini eru mótsigandi. Rátt verður til at kanningarnar halda áfram og at metodir, úrslit og endaligar metingar verða harmoniseraðar betri, so betri ber til at sammeta.
Í hesum sambandi kann nevnast, at føroyska kanningin fær rós men eisini eitt skot fyri bógvin. Sagt verður m.a.:
"Mentanin í skandinavia við tryggum familiulívi og vælvirkandi heilsuskipan, útbúgving og sosialum veitingum er serstøk. Ongir svølttrupuleikar eru. Maturin er góður við góðum feitti og selenium (sum styðjar heilamenningina). Føroysk børn viga meira við føðingina og verða sjálvdan fødd áðrenn tíðina. Børnini fáa nógv bróstamjólk og mammur-nar drekka ikki nógv alko-hol.
Sostatt ber ikki væl til at brúka føroysku kanningina til onnur øki í heiminum.
Harafturat vísir tað seg, at føroyska kanningin hevur ikki hevur funnið nakað árin á børn tá tey vóru kannaði sum 2 ára gomul, og tí tikið hesa kanningina burturúr tí samlaðu kanningini. Workshoppin metir at hetta er fullkomiliga skeiv mannagongd og reisir yva um trúviðri í allari kanningini. Harafturat stuðla tølini í tí rapport, sum føroyska kanningin hevur gjørt, ikki tær niður-støður sum gjørdar eru í somu rapport, og føroysku kanningarfólkini hava framlagt viðri á ein slíkan hátt, at yvi er reistur um teirra trúviðri sum óheftir granskarar".
Hetta eru sera beisk orð frá vísindafólki á hægsta stigi, men verða sjálvandi ikki refereraði í føroysku fjølmiðlunum, tí her er ongin journalistikkur, bert blind referatir frá keldum við serligum áhugamálum. Ikki tí, bæði sjónvarp, útvarp og bløð hava fingið at vita um henda skeivleika, men hava valt at lata sum onki.
Stara seg blinan uppá kyksilvur
Heimskendi Thomas Clarkson fann eisini við kanningum av inuittum í Kanada lítið og onki árin á nervalagið hóast mammurnar høvdu tíðani kyksilvur-nøgdir. Hann kom til tað niðurstøðu, at onnur viður-skifti enn kyksilvur hava tídning. Her verður hugsað um heila verjandi evnini í grind og fiski so sum selen, heila stimbrandi evni í fiski so sum omega 3 feittevni, kostvanar í heila tikið, heimlig viðurskifti, samfelagslig viðurskifti o.s.fr. Haraftura eru onnur evni í mati og umhvørvi sum kunnu líkna kyksilvur árini.
Vit tosa her um hvat hendir um vit bróta aldargamlar matvanar. Matvanar sum eru knýttir til heimlig viðurskifti og ikki minst sosial/samfelags viðurskifti, við vanda fyri at broyta grundleggjandi mentan, sosialar, samfelagsligar og heimligar van-ar og bindingar. Um hetta skal gerðast, so skal tað gerðast út frá eini samfelagsligari heildarmeting, og ikki tí, at ein granskari heldur seg at hava funnið okkurt smávegis í sínum lítla króki og vil koma fram í fjølmiðlunum.
Vit eiga eisini at spyrja okkum hvat hendir um vit mæla fólki frá at eta ávísa føði sum, fyriuttan illgruna um negativt árin, eisini hevur víst seg at hava sera nógv positivt árin. Hvat fara tey so at eta? Fara tey at standa frammanfyri einum pylsuvogni ístaðin fyri? Hvussu fer teirra lívsstílur at broytast? Frá at gerða grindareiðskap, reka grind, drepa og skerða upp í góðum samstarvi við vinir, kenningar og fremmand, til at sita framman fyri einum sjónvarpi?
Verunligu heilsu vandarnir
Og hvar eru teir verunligu vandarnir tá tað kemur til trivnað og heilsu hjá komandi ættarliði? Vit vita nú, at okkara skúlabørn eru millum tey sum roykja mest samanborið við okkara grannalond. Harafturat gerst tað alt vanligari, at børn drekka brennivin, og vit vita, at hetta hevur álvarligt árin á barnaheilan. Eisini sita okkara børn nógv frammanfyri sjónvarpi og eta meira enn gott er. Tey fitna! Og nú byrja fyrstu álvarsligu skaðarnir av hesum at síggjast.
Ein kanning sum Hjerteforeningen í Danmark hevur gjørt í hesum sambandi hevur ført til eina rapport sum kom út í septembur 2004. Aftanfyri rapportina (Børn og unges livsstil og risiko for hjertesygdom) standa Bjørn Holstein, professari og Pernille Due, lektor, bæði frá Institut for Folkesundhedsvidenskab. Harafturat eru professor dr. med. Lars Bo Andersen frá Norges Idrætshøgskole og Karin Helweg-Larsen, lækni á Statens Institut for Folkesundhed. Tey hava gjøgnumgingið fakligan litteratur um fyribrigdi og viðurskifti sum kunnu ávirka heilsu og trivna hjá børnum og ungum.
Og støðan er ræðandi. 10% av børnunum undir 20 ár hava nú æðraforkálk-ingar og eru í stórum vanda fyri at fáa blóðtøpp í ungum aldri. Meðalvektin hjá børnunum heldur áfram við at vaksa. Og sjálvt um fleiri átøk hava verið í Danmark fyri at fáa børnini at roykja minni og eta sunnan mat, so eta børnini 40% meira góðgæti og sodavatn enn fyri nøkrum árum síðani. Vit síggja nú alt fleiri børn og ung við sukursjúku ársaka av vánaligu matvanunum og ovurfiti.
Hesi børn kunnu ikki rokna við at fáa sama heilsusama lív sum ættar-liðini frammanundan. Longu nú verður tosað um tað mista ættarliðið, har børnini longu hava fingið so mikið álvarsligan skaða og farin so langt inn í ein heilsu skaðiligan livihátt, at tað verður torført at rætta alt uppaftur. Hesi børn verða helst seinri ein stór byrða fyri komandi heilsuverk.
Ráðini í rapportini eru, at skúlin skal koma við meir kunning um mat og motión. Hava fleiri ítróttartímar, banna sodavatn og góðgæti í skúlanum. Tað skal verða banna marknaðinum at reklamera við ósunnari føði til børn og økjast skal um gransking-ina. Ítróttarfeløg skulu styðjast í teirra royndum at banna royking og selja sunnan mat. Annars sigur danska stjórnin seg verða skelkaða yvir støðuna og ferð at taka hóskandi stig eftir valið.
Hvønn arbeiðshátt eiga vit at brúka
Í 1997 helt WHO ráðstevnu í Jakarta sum endaði í tí greiðu niðurstøðu, at neyðugt varð við nýggjum átøk-um móti komandi heilsuvandum. Her varð eisini greitt sagt frá, at eitthvørt átak og tilmæli skuldi hava støði í sosialari ábyrgdarkenslu og samlaðu heilsustøðuni. Harafturat varð stór áherðsla løgd á, at miðspjaða virksemið við atliti til teir ymsu liviháttirnar í ymiskum londum, kommunum, býum, bygdum o.s.fr. Hetta fyri at fáa eitt realistiskt átak, sum hevur røtur í fólkinum og teirra livihátti, samstundis sum víst verður á møgu-leikum fyri betri livi- og matvanum. Hetta skal eisini gerast í samráð við serkunnleika, politikarar og leikfólk á staðnum. Á henda hátt fæst ein sunn og støðug heilsu menning grundað á mentan, livihátt og lokalan kunnleika har ræðslu- og hóttanarpolitikkur verður skiftur út við positivum tilmælum og ráðum.
Og hvat skulu vit gerða í Føroyum. Halda áfram við at referera áhugamál og meiningar hjá einstøkum persónum og kalla tað heilsupolitikk? Ella skulu vit taka høvdið úr sandin-um, viðurkenna at vit eru føroyingar og gerða eitt dygdargott heilsuátak sum svarar til okkara mentan og livihátt. Støðga við ræðslu herferðunum íspunnin av fólki við persónligum ætlanum. Gera eina heildar-ætlan í góðum samstarvi við lokalan serkunnleika, politikar og leikfólk fyri at fáa eina sunna og støðuga heilsu tilgond sum kann bjarga komandi ættarliði.