Kyndil annað beinið í finaluni

Faxe Kondi-kappingin: Tað verður helst ein høvuðsstarfinala hjá kvinnunum

Fyrra hálvfinalan í Faxe Kondi-kappingini ímillum VÍF og Kyndil er júst liðugt spæld. Hóast tær spældu á útivølli í Vestmanna, so vundu kyndilskvinnur burturúr vestmenningum og vunnu heili 30-20.

 

Í fyrra hálvleiki var tó onki, sum bendi á, at munurin skuldi blíva so stórur ímillum liðini. Tað leikaði javnt á, tí munurin var ikki størri enn eitt mál, tá ið liðini fóru til hálvleiks. Kyndil vann fyrra hálvleik við einum máli og fór til hvíldina á odda 14-13.

 

Í seinna hálvleiki var søgan tó ein heilt onnur. Tað byrjaði at ganga heilt strilitið hjá heimaliðnum við málskjótingini, og hetta gagnnýttu kyndilskvinnur. VÍF skoraði bert sjey mál í seinna hálvleiki, meðan Kyndil fór buldrandi avstað og at enda vann 30-20.

 

Harvið er Kyndil á odda við heili 10 málum, áðrenn liðini hittast til seinnu hálvfinaluna komandi leygardag í høllini á Hálsi. Kyndilskvinnur standa við øðrum beininum í finaluni, har Neistin helst verður mótstøðuliðið.

 

Eftir javnan og tættan fyrra hálvleik ímóti VB í Vági drugu neistakvinnur longra stráðið í seinna hálvleiki. Neistin vann 22-17 og er sostatt fimm mál á odda undan seinna hálvfinaludystinum, ið somuleiðis verður spældur í høllini á Hálsi komandi leygardag.

 

Málskjúttarnir frá dystunum í Vestmanna og Vági standa niðanfyri:

 

VÍF-Kyndil 20-30 (13-14)

 

VÍF: Ema Bezanovic 5, Liljan Djurhuus 4, Agnas Olsen 3, Randi Virgarsdóttir 3, Kathe Frederiksen 2, Heidi Maria Akselsen 2 og Lív Poulsen 1.

 

Kyndil: Anna A. Brimnes 7, Súna Krossteig Hansen 6, Bjarta O. Johansen 5, Turið Arge Samuelsen 5, Turið Arge Samuelsen 4, Anja Hammer 1, Guðrið G. Eystberg 1 og Anja Eliasen 1.

 

VB-Neistin 17-22 (10-10)

 

VB: Danijela Mistric 6, Barbara K. Hjelm 3, Helga Kjærbo 2, Rúna M. Jacobsen 2, Bára Krosslá Mortensen 1, Gurið Krosslá Augustinussen 1, Maria Halsdóttir Weyhe 1 og Rannvá Johannessen 1.

 

Neistin: Eir Berg 5, Lilja Mohr 4, Birita Ingolfsdóttir 3, Brynja Høj 3, Jacklin Durhuus 2, Bára Hansen 2, Marjun F. Danberg 2 og Súsanna Pálsdóttir Nólsoy 1.