Í gjárkvøldið dystaðust oddaliðið KÍF og væl smurda maskinan hjá Kyndli, sum hevði vunnið tveir dystir á rað ímóti ávikavist Neistanum og StÍF. Kollfirðingar høvdu sterku skjúttarnar, Niklas Reginsson og Andrias Nielsen, uttanfyri við skaðum, og tað merktist. Í einum rótutum, tó jøvnum, fyrra hálvleiki hevði KÍF sjáldsama soltna úrtøku og fekk bara níggju mál teir fyrstu 30 minuttirnar.
Kyndil dróg á fyrsta sinni frá eftir javnleik 9-9 og slapp til hálvleiks á odda 11-9.
KÍF vendi øllum
Tað skuldu bara ganga fáir minuttir av seinna hálvleiki, tá ið KÍF vísti styrki og vann seg inn aftur á Kyndil. Serliga var tað avloysarin á vinstra bakki, Hans Eli Sigurðbjørnson, sum langaði nógvar bóltar í netið.
Tá ið 10 minuttir vóru eftir av dystinum var KÍF á fyrsta sinni á odda við fýra málum, nevniliga 21-17, og tá var dysturin í veruleikanum avgjørdur. KÍF vann dystin 23-21.
Hvørgin málmaður stóð væl og høvdu teir so frægt sum bara staðið nøktandi, so høvdu enn færri mál komið. Úrslitið er eitt gott prógv um, at spælið var illa skipað og rótut.
KÍF er nú við 28 stigum ikki færri enn 12 stig frammanfyri Neistan og VÍF á øðrum plássi. Kyndil er framvegis aftast við tveimum stigum upp til Team Klaksvík og StÍF, sum bæði tó hava leikt ein dyst færri.
albinus@sosialurin.fo
KÍF – Kyndil 23-21 (9-11)
KÍF: Hans Eli Sigurðbjørnson (8) Pætur Johannesen (4) Hans Áki Dal-Christiansen (3) Teitur Joensen (3) Rúni Joensen (1) Ási Dam (1) Nicklas Selvig (1) Búgvi Johannesen (1) Jákup Trygvason (1)
Útvísingar: 3 x 2min.
Kyndil: Miroslav Vladkov (8) Julian Johansen (5) Andrias Sólsker (2) Ludvík Súnason (2) Høgni Klein Olsen (2) Hans Arni Thomsen (1) Rógvi Dal-Christiansen (1)
Útvísingar: 3 x 2min.