HONDBÓLTUR
Kyndil argaði aftur um vikuskiftið.
Hóast finaluplássið er langt burturi, hava grønu havnarmenninir tikið fleiri stig frá ovaru liðunum. Soleiðis var aftur í gjár, tá teir vunnu á grannunum úr Neistanum. Stríðsviljin vigaði væl meira enn sjálvt hondbóltsspælið, men tað var nóg mikið at taka týðandi stig frá grannunum.
Byrjaðu væl
Og teir løgdu eisini bragdliga fyri. Janus Einar Sørensen, Hans Áki Dal-Christiansen, Bárður Johannesen, Høgni Klein og hinir úr Kyndli. Í nærdystunum var eingin slingur í valsinum, har teir góvu alt. Skjótt vunnu teir sær eina leiðslu, men tað var ikki takkað verið flottum og skjótum hondbóltsspæli. Oftast var talan um fightara-mál, har serliga Bárður Johannesen og Janus Einar Sørensen bardu seg gjøgnum verjuna hjá Neistanum við einstaklingaavrikum.
Onkrar barnasjúkur vóru tó. Bárður Johannesen slapp sær nakrar ferðir við bóltin uttan skil, sum gav Neistanum møguleikan fyri skjótálopum.
Neistin rann støðugt aftaná. Munurin var sjáldan størri enn tvey mál, har ein stórsspælandi Áki Mørk – sum varð toppskjútti við níggju málum – helt teimum bláu inni í dystinum. Neistamenninir sluppu ofta ígjøgnum í báðum borðunum, men misnýttu oftast móti málverjunum.
Ungi Janus Jacobsen loysti av Lars Black einu løtuna í seinna hálvleiki. Hann stóð seg væl og hevði fleiri týðandi bjarginar í trýstum støðum. Serliga, tá Neistin um miðjan seinna hálvleik vann seg upp á javnleik.
Elta møguleikan
Kyndil hevur ikki stórvegis møguleika fyri finaluplássi, nú tað eru seks stig upp til annað plássið. Tað er lítið hugsandi, at grønu havnarmenninir ikki missa fleiri stig í hesum kappingarárinum. Men teir tykjast at trívast í leiklutinum, sum tekur stig frá oddaliðunum. Tí kann eingin kenna seg tryggan, tá mótstøðuliðið eitur Kyndil.
Neistin er eftir tapið í gjár á triðja plássinum – javnir í stigum við H71. Stóru nøvnini í hópinum tykjast framvegis ikki at samspæla. Komandi vikuskiftið vitja hoyvíkingar í høllini á Hálsi, og dysturin kann fáa stóra ávirkan á endaliga úrslitið, hvør kemur í finaluna.
Fakta um dystin
Kyndil-Neistin 27-23 (13-11)
10 min: 5-3
20 min: 9-6
40 min: 19-16
50 min: 20-20
Málskjúttar
Kyndil: Janus Einar Sørensen 6, Bárður Johannesen 5(1), Høgni Klein 5(2), Hans Áki Dal-Christiansen 5, Josef Abrahamsen 3, Tummas Pauli Hanusarson 3
Neistin: Áki Mørk 9(4), Bogi Berg 3, Birgir Poulsen 3, Finnur Hansson 3, David Edvardsen 2, Karl Odmar Rasmussen 1, Tróndur Kragesteen 1, Blagoje Buha 1
Brotskøst: Kyndil 4, Neistin 5
Útvísingar: Kyndil 1, Neistin 2
Diskvalifikatión: Neistin 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen