Fyri Kyndil var talan um ein frálíkan møguleika at leggja sjógv millum seg og hini liðini, ið kappast um at koma í FM finaluna saman við Neistanum, sum er greitt oddalið.
Fyri Stjørnuna var talan um helst seinasta útkall, skuldi Stjørnan verða at síggja í FM finaluni. Við seks stigum á næstaftasta plássi var ein sigur eitt krav.
Stjørnan hevði Duritu Christophersen við aftur á liðnum. Hon verður við restina av kappingarárinum. Hon gjørdi bart frá byrjan og skoraði fýra av fimm teimum fyrstu málunum. Har av vóru tvey upp á brotskast. Eina løtu gekk javnt á og verjurnar vóru sterkar.
Hóast lítið av fólki var komið í høllina, og talan var um fyrsta dystin í nýggja árinum eftir jólaferiuna, so tóktust bæði liðini uppsett og til reiðar at kempa fyri sínum møguleika.
Miðskeiðis í hálvleikinum var støðan 5-5, áðrenn Kyndil gjørdi eitt lítið lop upp á 8-5. Gestirnir úr Klaksvík minkaðu niður í 8-7. So riggaði einki hjá Stjørnuni, meðan Kyndil økti til 13-7.
Kyndil lært av sínum feilum
Seinast Kyndil og Stjørnan spældu var Kyndil á odda júst 13-7 í hálvleikinum, men taptu. Hesa ferð var eisini um reppið, at Stjørnan fekk Kyndil aftur. Kyndil kom upp á 15-7, áðrenn Stjørnan byrjaði at eta seg inn á heimaliðið aftur. Skoraði Kyndil eitt, so fekk Stjørnan tvey.
Tað endaði við, at Simona Petersen átta minuttir fyri tíð kundi minkað um munin til 21-18. Tað er eisini rundan um hesa støðuna, at báðir venjarnir velja at taka sítt “time-out”. Kyndil nakað fyrr og Stjørnan nakað eftir.
Kyndla kvinnurnar hava lært frá seinasta dysti í Klaksvík, tí eftir málið hjá Simonu Petersen raknaði Kyndil við aftur. Randi Wardum skorar tvey, meðan Simona Jacob og Anja Heinadóttir skora hvørsítt. So er avgjørt, og seinasta málið hjá Unu Olsen hevur ongan týdning fyri útfallið av dystinum.
Kyndil fremsti avbjóðarin
Kyndil er nú fremsti avbjóðarin hjá Neistanum, sum er greitt oddalið við fullum stigatali. Kyndil hevur 13 stig á øðrum plássi, meðan felagsliðið, VÍF/Tjaldur, hevur átta stig á triðja plássi. Kyndil hevur spælt tveir dystir fleiri, men sum kappingin hevur útartað seg higartil, so er tað sannlíkt, at felagsliðið ikki fær tey fýra stigini ókeypis.
Fyri Stjørnuna merkir hetta helst, at vónin um eitt pláss í FM finaluni er rokið. Við seks stigum og einum óstøðugum liðið verður torført at venda gongdini. Stjørnan er tiltikið steypaliðið, og tað er helst har liðið skal gera sær vónir um at fáa heiðursmerki.
Kyndil – Stjørnan 25-19 (13-7)
Kyndil: Simona Jacob 7, Randi S. Wardum 5, Ásleyg Súnadóttir 5, Anja Heinadóttir 4, Jórun S. Ludvig 3, Guðrið G. Eysturberg 1
Stjørnan: Durita Christophersen 6, Simona Petersen 4, Ema Bezanovic 3, Ella Petersen 2, Lovisa Lassen 2, Una Olsen 2