Neistin-Kyndil
Myndatema sæst HER
Liðugt: 14-19: So er tað endaliga staðfest. Kyndilskvinnurnar vóru á odda allan dystin, og hóast Neistin í løtum hótti við at taka seg aftur í dystin, so gjørdist tað ongan tíð heilt spennandi. Í avgerandi løtunum togaði Kristina Griksaite tvær framúr bjargingar fram, og so fingu tær grønu aftur glið á álopsspælið.
58 min: 13-17: Kyndil fekk eina útvísing, men tað broytti einki, og nú verður bara talt niður til seinasta bríkslið.
56 min: 13-17: Nú sæst á øllum brøgdum, at Kyndil verður steypavinnari. Sjálvsálitið hjá Neistanum er heilt burtur, og hóast Kyndil framvegis brennur nógv, so er eingin vandi fyri, at tær ikki skulu fáa steypagullið.
52 min: 13-16: Kyndil er ávegis steypagullinum. Neistakvinnurnar royna at leggja nógv fyri, men orkan er ikki tann sama longur, og fleiri mistøk verða gjørd í álopspartinum.
50 min: 12-15: Tað stóð nógv á hjá Kyndli fyrstu 20 minuttirnar eftir steðgin, men tað eydnaðist teimum at halda fast um munin. Neistin hevur nýtt nógvar kreftir í royndunum at vinna seg aftur í dystin, og nú tykist orkan hjá teimum bláu so smátt vera um at ganga undan.
45 min: 11-14: Neistin hevur verið betra liðið eftir steðgin, men munurin minkar ikki. Fremsta orsøkin er stórspæl frá Kristinu Griksaite, sum hevur havt tvær framúr bjargingar, tá mótstøðan hevur havt púra frítt at skjóta. Í hinum endanum hevur Mariana Lucic eisini staðið framúr væl, soleiðis at Kyndil ikki er komið lætt til nakað sum helst.
40 min: Neistin tykist hava fingið fatur á rætta endanum. Verjan koyrir væl, soleiðis at Kyndil bert hevur skorað tvær ferðir fyrstu 10 minuttirnar eftir steðgin. Neistin hevur heldur ikki lætt við at skora, men tær hava tolið, og á høgra bakki hevur Eir Berg bæði skorað og fingið brotskast.
35 min: 8-11: Tað er Neistin, sum hevur fingið beru byrjanina upp á seinna hálvleik. Munurin er minkaðu niður í trý mál, og var tað ikki fyri framúr bjarging frá Kristinun Griksaite, hevði Neistin okkurt málið afturat.
30 min: 6-10: Neistin fekk bara tvey mál fyrsta korterið, og tað hevur verið dýrt. Kyndil leyp avstað við eini stórskjótandi Simonu Petersen á odda. Við at mansverja Simonu hevur Neistin fingið tamarhald á verjupartinum, men enn nærkast tær ikki mótstøðuni. Stutt undan steðginum kundi Kyndil økt til 11-6, men púra einsamøll brendi Anna Sofía Mohr kontramøguleika.
27 min: 6-10: Kyndil hevur ikki sama flog á álopsspælinum, men í verjuni riggar væl. Sleppa tær bláu ígjøgnum, tekur Kristina Griksaite nú mest sum alt, og tí sleppur Neistin ikki at nærkast.
24 min: 6-9: Tað tykist ikki, sum ætla Kyndils-kvinnurnar at sleppa takið á dystinum, og tær halda fast um fýra mála leiðsluna. Hjá Neistanum gongur hinvegin betur nú. Ikki minst tí Bára Hansen við trimum málum á rað er komin ígongd. Hartil hevur Neistin eisini brent brotskast: Kyndil tekur nú time-out.
19 min: 3-7: Neistin hevur valt at mansverja Simonu Petersen, sum hevur havt eina flúgvandi byrjan upp á dystin. Rakul Augustinussen hevur skotið eitt mál fyri tær bláu, so Jacklin ikki er einsamallur máslkjútti, og í málinum hevur Fríða hildið teimum bláu í dystinum.
15 min: 2-7: Í fimm royndum hava Kyndilskvinnur ikki vunnið steypafinalu móti Neistanum, men tann siðvenjan kann væl broytast í dag. Kyndil hevur verið betra liðið á so at siga øllum økjum. Hjá Neistanum mugu fleiri spælarar nú traðka í karakter, um tær skulu hava nakran møguleika. Neistin hevur tikið tikið time-out, men tað tykist ikki hjálpa.
10 min: 2-5: Simona Petersen hevur verið flúgvandi higartil, og hevur hann staðið fyri trimum av málunum hjá Kyndli, meðan Jórun Ludvig hevur skotið hini bæði. Hjá Neistanum hongur nógv á Jacklin Durhuus, sum hevur skotið bæði málini hjá teimum bláu.
5 min:1-3: Kyndil hevur lagt væl frá landi í kvinnufinaluni. Jórun Ludvig hevur skorað eitt og Simona Petersen tvey mál, umframt at Fríða Petersen hevur havt onkra stórbjarging. Tað hevur Kristina Griksaite eisini havt fyri Kyndil, men hon fekk einki gjørt, tá Jacklin Durhuus høgdi einasta Neistamálið higartil í kassan.