Kyndil fer at gera um seg hjá kvinnunum

Hondbóltur: Varð eg noyddur at velja millum Neistan og Kyndil, hevði eg tippað Kyndil til FM-heitið í ár

Tað er okkurt sum bendir á, at Neistin ikki fær lætt spæl í royndini at vinna fimta FM-heitið á rað. Neistaliðið hevur dominerða kvinnuhondbóltin gjøgnum allar tíðir, og seinastu árini hava hini liðini bert klárað at givið liðnum mótstøðu.

Í fjør vóru tekin um, at hitt Havnaliðið, Kyndil, var á veg fram, og heldur framgongdin hjá unga liðnum fram, verða tær drúgvar í oddastríðnum hesaferð.

­ Varð eg noyddur at velja millum Neistan og Kyndil, hevði eg tippað Kyndil til FM-heitið í ár, sigur Palli Joensen, sum seinastu tvey árini hevur vant kvinnuliðið hjá StÍF, men sum nú er eygleiðari.

­ Tað er ein frekur spádómur at siga soleiðis, men soleiðis sum fyrireikingarnar hjá liðnum til kappingina hava verið, og tilgongdin av spælarum, so líkist Kyndil alsamt meiri einum toppliðið.


Neistin altíð við

Kyndil hevur fyrireikað seg væl til kappingina, sum byrjar í morgin. Tær hava verið í Íslandi á venjingarlegu. har fingu tær harðu mótstøðu, og hóast flestu dystirnir endaðu við tapi, fekk liðið nógv burtur úr, og tað tykist vera væl fyri nú landskappingin byrjar.

­ Neistin hevur so stórar traditiónir, at tað ber ikki til at síggja burtur frá tí liðnum. Tær eru altíð góðar og eru altíð í oddinum. Í fjør var StÍF við har frammi, men ilt er at spáa um tað liðið, tí tær hava mist onkrar av sínum lyklaspælarum frá í fjør, sigur Palli Joensen.

Gøtukvinnur royndust væl í kappingini í fjør, og hóast tær ikki komu fram millum heiðursmerkjavinnararnar, so vóru tær langt burturi frá botninum, og tær ætla at leggja enn meiri fyri í ár. GÍ hevur verið á venjingarlegu í Danmark nú beint undan at kappingin skal byrjar, og tær eru væl fyri, tá tær fara á vøllin í morgin.

­ GÍ hevur fyrireikað seg væl, og hvør veit um tær ikki kunnu fara at toga seg fram millum heiðursmerkjavinnararnar.

VB er komið viðaftur í 1. deild, eftir at tær vóru í 2. deild og vendu í eitt ár, og Stjørnan, sum í fjør slapp sær undan niðurflyting, tykist verða nakað betri fyri í ár, nú tær hava vant miðvíst fram móti kappingini.


Kvinnuhondbólturin hevur tað betri

Meðan manshondbólturin stríðist móti miðsavnan, lækkandi støðið og ov lítlari undirtøku, trívist kvinnuhondbólturin kring landið nógv betur.

Í 1. deild hjá kvinnum eru bæði Suðuroyggin og Klaksvíkin umboðað, og tvey lið eru úr Eysturoynni. Geografiska býtið er nógv betri, og tað skapar fortreytir fyri eini spennandi kapping.

­ Kvinnuhondbólturin er vorðin nógv betri seinnu árini. Meðan gongdin hevur verið tann øvugta hjá monnunum, so hava kvinnuliðini ment seg heilt nógv og eru nógv betri fyri nú, sigur Palli Joensen.

­ Tað mátti eisini ganga tann vegin, tí eitt skifti var kvinnuhondbólturin komin lagt niður. Men nú er vend komin í, og nú er frálíka góður hondbóltur at síggja í kvinnudeildini.

­ Undirtøkan úti um landið sigur eisini tað, at áhugin millum kvinnur fyri at spæla hondbólt er størri enn hjá monnunum.

Øll kvinnuliðini spæla í fyrsta umfari, sum verður um vikuskiftið. Hjá kvinnunum verða allir dystirnir spældir í morgin.

Føroyameistararnir úr Neistanum fara til Kambsdals at spæla móti GÍ, og tá fæst at síggja hvussu væl GÍ er fyri. StÍF spælir á heimavølli móti Kyndli, meðan VB og Stjørnan spæla í Vági