Kyndil greiddi skylduna

Bjarni Wardum var fram um liðfelagarnar maðurin, sum sunnudagin tryggjaði Kyndli sigurin á grannunum úr H71 í einum dysti, sum ikki verður mintur fyri tað stóra undirhaldsvirði


 

H71-Kyndil (24-30 (9-12)


Hondbóltur


Eftir stórtapið fyri VÍF fyrr í vikuni skuldi Kyndil sunnudagin royna at reisa seg aftur, tá teir vóru á útivølli móti H71.

Uppgávan átti at verið yvirkomulig hjá Kyndilsliðnum, um metast skal eftir stigatalvuni, men alt ov lætt mundu teir grønu tó ikki taka upp á uppgávuna. Júst í seinasta dystinum móti H71 mátti Kyndil óvæntað boyggja seg. Eitt tap, sum í fyrstu atløgu merkir, at teir ikki longur einsamallir kunu gera av, hvørt teir skulu fanga VÍF aftur á stigatalvuni.


Dølsk byrjan

Fyrstu løtuna var tó ikki nógv, sum bendi á, at Kyndil veruliga ætlaði at hevna seg inn á hoyvíkingar fyri keðiliga stigamissin í grundspælinum. Spælið gekk sera seint hjá liðunum báðum, og hetta viðførdi eisini, at uppgávurnar hjá liðunum báðum í verjupartinum ikki var serliga stór.

Hagtalsliga sást eisini, at tað gingu á leið tveir minuttir millum hvørt málið hesa fyrstu løtuna, og hetta sigur eisini eitt sindur um, at tað var so sum so við undirhaldsvirðinum hesa løtuna.


Bjarni gekk á odda

Tí syndrinum av undirhaldi, sum var í dystinum, stóð Bjarni Wardum at kalla einsamallur fyri, og tað skuldi eisini vísa seg, at hansara leiklutur skuldi hava avgerandi týdning fyri dystin. Hvat skotum viðvíkti hevði hann ein av sínum heilt góðu døgum. Skot úr ymsum vinklum og ymsum hæddum høvdu nærum øll beina kós móti meskunum, og harumframt gav hann í fleiri førum dømi um, hví hann á landsliðnum verður mettur sum arvtakarin hjá Inga Olsen. Freku brotskøst hansara eru vit nú skjótt eisini von við at síggja, og heldur ikki í hesum sveik hann álitið, men sendi øll trygt í kassan, og í einum tveimum førum við hasi stuttligu skrúvuni á.

Bjarni var tó sjálvandi ikki einsamallur á vøllinum, men liðfelagar hansraa tóktist nærum allir at fáa óvanliga lítið burturúr.

Janus Einar hevði fleiri góðar møguleikar, sum einki kastaðu av sær, Uni Wardum og Jónleif Sólsker vóru í løtum óvanliga passivir. Tá soleiðis er, er sera trupult at spæla verjuna tunna, og tí var tað eisini ógvuliga avmarkað, hvat vengurnir fingu at arbeiða við.


Viljin restaði í

At hoyvíkingar ikki megnaðu at revsa slaka kyndilsliðið harðari, mugu teir fyrst og fremst sjálvir taka sær ábyrgdina av.

Spæl teirra var ógvuliga átøkt tí hjá mótstøðuliðnum, við seinum flytingum, sum til tíðir vórðu kryddaðar við rótutum gjøgnumbrotsroyndum. Einmansherurin hjá Halgiri tóktist heldur ikki at vera rættiliga í essinum. Kanska var alt hetta ein avleðing av, at liðini hava havt eina óvanliga langa vetrarfrí, men tað kann so ikki vera einasta frágreiðingin.

Hugburðurin at stríðast og berjast fyri eini felags søk tóktist heldur ikki at vera til staðar. Júst hesin stríðsviljin var annars hornasteinurin í teimum sigrum, sum hoyvíkingarnir hava vunnið á ovaru støddu liðunum, og hann verður eisini neyðugur, um hvítklæddu menninir hava ætlanir um at endurtaka nakrar av hesum sigrunum. Olaf royndi at stríðast fyri seg í verjupartinum, men einsamallur megnaði hann ikki at koppa kyndilsliðnum.


Gekk sum væntað

Tá omanfyristandandi útsagnir um leikferð og hugburð verða tiknar við, so lagaði dysturin seg á leið soleiðis, sum roknast kundi við.

Kyndil megnaði hampuliga tíðliga at leggja seg fram um vertirnar, og uttan at talan nakran tíð gjørdist um polerað hondbóltsspæl, so tóktust teir alla tíðina at hava tamarhald á tí mesta, sum fyrifórst úti á vøllinum.

Sum nevnt var tað serliga Bjarni, ið gjørdi um seg, máltal hansara fyri dystin boðar eisini frá, at avrik hansara meira enn nakað annað var tað, sum avgjørdi dystin.

Efitr at Kyndil hevði eina tvey mála stóra leiðslu í steðginum, nýttu teir fyrstu løtuna í seinna hálvleiki til at økja um hesa, og seinni hálvleikur varð tí í langum løtum ein oyðimarkargongd, har leikararnir mest av øllum tóktust at bíða eftir, nær dómarin fór at bríksla dystin av. Onkuntíð togaði H71 munin niður í eini tvey-trý mál, men hvørja ferð svaraðu teir grønu aftur, og eingin mundi vera í iva um, at dysturin hevði funnið rætta vinnaran, tá seinasta bríkslið ljóðaði.

Hjá hoyvíkingunum var tað serliga Anfinnur N. Debes, sum tóktist at hava eitt gott tak á fyrrverandi liðfelaganum í kyndilsmálinum, meðan Halgir als ikki slapp at hava sama dominerandi leiklut, sum hann so ofta fyrr hevur havt. Fyrst og fremst var hetta avleiðingin av lágu leikferðini, tí tað eydnaðist nærum ongantíð at fáa spælið at koyra runt, soleiðis at umstøðurnar til skotini hjá Halgiri vórðu størri.


Broytt hoyvíkslið

Annars var merkisvert við dystinum, at liðið hjá H71 er nakað broytt, nú farið verður undir endaspælið.

Agnar Højgaard var fyri fyrstu ferð at síggja á liðnum, og skálamaðurin fer ivaleyst at vera teimum ein dyggur stuðul, tá hann er samanspældur við nýggju liðfelagarnar. Serliga í verjupartinum er styrki hansara eyðsýnd. Hinvegin hava hoyvíkingarnir mist Stefan Dorofte, sum hóast hann var skaddur stóran part av grundspælinum, til tíðir sýndi at hann hevði sera góð hondbóltsevni.

Eisini fer H71 at verða rakt av fótbóltskappingini, nú venjingarnar hjá ymsu liðunum av álvara byrja, og eitt nú verður Tróndur Vatnhamar ikki við meira í ár, eins og spælarar sum Jákup á Borg og Allan Mørkøre ikki longur kunnu roknast sum tøkir, um tað stendur á at fáa fólk. Spurningurin er so, um hetta eisini fer at raka Hall Danielsen, sum hevur sera týdningarmiklan leiklut á liðnum.

Hoyvíkingar kunnu illa vera allar hesar leikarar fyri uttan, meðan kappingarneytarnir í niðaru hálvu av stigatalvuni allir tykjast at ætla at styrkja um liðið. Enn er so langt ífrá sloppið hjá teimum, og komandi dystirnir fara helst at geva eina ábending um, hvat vit skulu rokna við at síggja frá teirra síðu restina av kappingarárinum. Skulu teir blanda seg longur upp í toppin, er neyðugt við avrikum, sum eru væl meira støðug, enn tey hava verið higartil., og í øllum førum skulu avrikini vera betri, enn tey vóru sunnudagin.


Óstøðugt

Fyri Kyndil viðførdi sigurin sjálvsagt fyrst og fremst, at liðið fekk tvey stig, sum teir so avgjørt hava fyri neyðini í stríðnum í oddinum. Har munnu teir langt síðandi hava slept vónini um at fanga vestmenningar aftur, men hinvegin er sera týdningarmikið hjá teimum, at teir ikki missa fleiri óneyðug stig í kapprenningini við strandingar um silvurmerkini.

Tað átti heldur ikki at verið neyðugt hjá Kyndli at tveitt fleiri av slíkum stigum burtur, tí seinna partin av grundspælinum sýndu kyndilsmenn fleiri ferðir, at teir so avgjørt megna at spæla vakran hondbólt. Liðið telir fleiri ungar evnaríkar leikarar, og saman við teimum meira royndu er talan um eina blanding, sum veruliga kann røkka langt komandi tíðina.

Fyrsta kravið verður tó at fáa tann so týdningarmikla stabilitetin inn á liðið, og megna teir tað, er helst einki at ivast í, at grøna havnarliðið er fremsta boðiði til silvurmerkini, tá vit fara at nærkast endanum av kappingarárinum.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

H71: Anfinn N. Debes 8, Halgir Dahl Olesen 6(1), Hallur Danielsen 5(1), Olaf Vestergaard 3, Rebe Dahl Olesen 2(1)

Kyndil: Bjarni Wardum 12(5), Jónleif Sólsker 5(1), Høgni Klein 4, Heini Bendtsen 3, Uni Wardum 2, Hans Áki Dal Christiansen 2, Regin M. Petersen 1, Janus Einar Sørensen 1

Brotskøst: H716, Kyndil 6

Útvísingar: H71 1, Kyndil 4

Dómarar úr Stjørnuni: Geir Wardum og Carsten Andersen. Gott at síggja at dómarar taka floytuna fram aftur, tí dómaramangur er kanska ein hin størsti trupulleikin hjá hondbóltinum í dag. Høvdu sjálvandi nakrar feildómar, men í mun til at talan var um fyrsta rættiliga dystin í ár, vóru hesir als ikki so nógvir í tali, sum ein kundi verið bangin um.