Kvinnuhondbóltur
Hóast kappingarárið hjá Kyndli hevur verið nakað nógv meira misjavnt, enn tær sjálvar høvdu vónað við kappingarársbyrjan, so hava misjøvnu úrsliltini tó ikki sent liðið heilt úr heiðursmerkjastríðnum. Eina mest tí somikið fá av hinum liðunum hava megna at sýnt nakað støðugt hondbóltsspæl.
Tí visti Kyndil undan dystinum í Runavík, at hesin kundi senda liðið upp á bronsuplássið, nú Stjørnan hevði trupla heimadystin móti VB á skránni.
Trygt allan vegin
Tað var tó ikki úrslitið í Klaksvík, sum Kyndil skuldi dúva uppá, men fyrst og fremst syrgja fyri at vinna sín dyst, og tað gjørdu tær so eisini uttan stórvegis hóvasták.
Í roynd og veru, so varð dysturin longu avgjørdur fyrstu 20 minuttirnar ella so, tá Kyndil fyrst og fremst hevði eitt gott tak á álopsspælinum hjá Tjaldri. Munurin kom hesa løtuna upp á fimm mál, og nakað munandi nærri enn hesum kom Tjaldur ongan tíð aftur í dystinum.
Kanska royndu tær at gera ein lítlan vørr í seinna hálvleiki, men tá tær so sjálvar misnýttu tvey brotskøst, og Kyndil síðani rættiliga setti ferð á, varð øll luftin so dyggiliga tikin úr teimum. Eina løtu hótti eitt veruligt stórtap, men seianstu 10 minuttirnar tóku gestirnir sær aftur av løttum, soleiðis at Tjladur hóast alt kundi pynta nakað um úrslitið.
Hørð kapping
Sum sagt, so lyfti sigurin Kyndil upp á trijða plássið í kappingini, men hóast hetta er hægri, enn tær hava verið seinastu tvey árini, so er tað tó eingin orsøk til at hvíla seg hjá teimum grønu. Á pappírinum munnu tær nevnliga vera liðið við torførastu eftirverandi skránni. Næst á skránni er heimadystur móti VÍF, og síðani er talan um útidystir móti StÍF, VB og Stjørnuni, so lætt verður tað undir ongum umstøðum. Hinvegin, so er útgangsstøðiðið nú tað besta, sum tað hevur verið í ár, so tað røkist kanska fyri, at Kyndil eftir enn eitt turbolent ár kortini kann fáa okkurt slag av løn fyri stríðið.
Hjá Tjaldri er hinvegin líkt til, at stríðið hevur verið til fánýtis. Eitt skifti í vár sá annars ikki heilt galið út, eftir at liðið hevði vunnið heimadystin á Neistanum, men síðani hevur bara gingið skeiva vegin. Munurin upp til Neistan er nú seks stig, og tó at tað á pappírinum enn eru 12 stig at spæla um, so munnu sjálvt mest optimistisku runavíkingarnir nú ásanna, at slagið er tapt, og at liðið aftur má taka til takkar við aðru deildar hondbólti komandi kappingarár.
Dysturin í tølum
Tjaldur-Kyndil 17-21 (7-11)
Málskjúttar:
Tjladur: Lenka Ribaric 7(1), Oddvá Fossdalsá 5, Mona Langgaard 2(1), Vesna Tomajek 1, Kristine Ellingsgaard 1, Ann Mari ØSterø 1
Kyndil: Sonja Smiljic 4, Ann Mari Wang 4, Lotte Sørensen 4(1), Marjun Tróndarson 3, Annika Thomsen 2, Hildur Mikkelsen 2, Ileana Manolescu 1, Heidi Maria Akselsen 1
Brotskøst: Tjaldur 5, Kyndil 3
Útvísingar: Tjaldur 3, Kyndil 2
Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen