Kyndil hevur endurvunnið steypakappingina

Kvinnurnar hjá Kyndli hava við stórsigri móti VÍF vunnið steypakappingina fyri áttandu ferð

Tað var ongantíð nakar spenningur, tá ið kvinnurnar hjá VÍF og Kyndli í dag spældu steypafinalu í høllini Við Tjarnir.

 

Kyndil legði seg beinanvegin á odda 4-2 og skoraði so sjey mál á rað, og so var spurningurin bara, hvussu trivaligur  sigurin hjá Kyndli fór at vera. Tá ið tað restaðu 10 minuttir var Kyndil frammanfyri við fimm málum.

 

Gylta á Neystabø var sera eyðsýnd í málinum hjá Kyndli í fyrra hálvleiki og fyrstu stóru løtuna av seinna hálvleiki. Kanska var tað tí, at leiðslan var so trygg, at Gylta varð sett á beinkin, og hin málverjin Tomma Petersen síðstu løtuna vardi málið.

 

VÍF hevði alla tíðina ilt við at spæla seg til upplagdar málmøguleikar, og tí royndu tær úr Vestmanna seg við 7 ímóti 6 spæli. Tað eydnaðist at skora onkrar ferðirnar í sovornum støðum, men tað kostaði eisini í hinum endanum. Tá ið VÍF misti bóltin, skoraði Kyndil ofta í tóma VÍF málið.

 

Tá ið tað restaðu fimm minuttir, var Kyndil frammanfyri við seks málum, og tá fingu fleiri av teimum, sum annars høvdu sitið á beinkinum, møguleikan at smakka sigursrómin á vøllinum, og so endaði tað 29-26.

 

Stutt undan steðginum var tað hvøkkur hjá Kyndli, tá ið Bjarta Johansen, sum er stórt álit ímiðverjuni, noyddist av vøllinum við nógvari pínu í einum fingri, men hon var aftur í seinna hálvleiki í miðverjuni og á strikuni.

 

Kyndil vann eisini í 2025 steypafinaluna, og nú hevur Kyndil vunnið átta steypafinalur í kvinnuhondbólti. Tað er bara Neisin, sum hevur vunnið fleiri finalur. Neistin hevur vunnið steypakappingina hjá kvinnum 14 ferðir.