Hondbóltur
Einki er at siga til, at lagið á grøna Kyndils-herinum var í botni, tá hallarfloytan hevði blást dystin í Vestmanna av. Eftir tungu gongdina í endaspælinum, sum eisini hevur kostað eitt farvæl í steypakappingini, var hetta nærum seinasta útkall hjá Kyndli, um føðingardagsárið ikki skuldi enda steypaleyst.
Stóðu trýstroyndina
Trýstið á spælarunum var tí stórt, og í nærum allar mátar livdu teir eisini upp til hetta. Tá teir fyrst komu ígongd, tóktust teir í allar mátar at vera betri fyri enn vestmenningar. Framfýsna 3-2-1 verjan rakk fyri tað nógva endamálinum um at halda stóru skjúttunum hjá VÍF, soleiðis at hesir einsamallir ikki fingu loyvi at avgera dystin.
Við Róki Akralíð og Høgna Klein sum væl uppløgdum skothóttanum, megnaði Kyndil eisini væl og virðiliga at seta seg á álopspartin. Ikki minst tí teir eisini í stóran mun megnaðu at variera álopsspælið við góðum yvirgongdum. Um miðjan hálvleikin fingu teir av álvara fatur á, og so kundu vestmenningarnir fyri tað nógva bara hyggja at, hvussu hondbóltur kann verða spældur, tá hann er bestur.
Hugsaðu um dómararnr
Beint fyri steðgin fekk Kyndil tó eitt skot fyri bógvin, tá Hjalti M. Jacobsen fekk reyða kortið frá dómarunum. Talan var uttan iva um eina skeiva meting, tá dómaraparið tók ostaskorpuna fram, og tí ilskaðust kyndilsmenn eisini. Og júst hugurin at illneitast inn á dómararnar var kanska eisini viðvirkandi til, at Kyndil ongan tíð fekk sama takið um dystin eftir steðgin.
Í øllum førum vórðu til tíðir óneyðuga nógv orka nýtt til hesa illneitan, heldur enn til sjálvt spælið á vøllinum, og skal nøkur einstøk finnast fyri mista sigurin, so var tað kanska júst hetta.
Góvust ikki
Tað skal tó ikki takast frá vestmenningunum, at teir - hóast trupulleikar við spælinum - alla tíðina stríddust av øllum alvi. Og hóast Lars Black enn einaferð prógvaði, at hann er væl ávegis at yvirtaka sessin sum besti málverjin í landinum, so mistu skjúttarnir ongantíð mótið.
Fyri steðgin var tað serstakliga Áki G. Olsen, sum hevði hildið teimum í dystinum, og spakuliga tóku aðrir eisini við ábyrgdini. Munurin minkaði skjótt niður í eitt mál, men seinasta pettið tóktist mest sum ógjørligt at fáa fatur á. Hóast javnstøðu í fleiri umførum, so eydnaðist bert ta einu ferðina at leggja seg á odda, men ta ferðina vóru teir grønu skjótir at svara aftur.
Og so munnu vestmenningar eisini prísa sær lukkuliga fyri, at teir hava somikið góðar málverjar á liðnum. Tað mundi í øllum førum bjarga nógvum, at Eli Müller kom á vøllin seinasta korterið. Og so áttu teir eisini trumfin, tá Dejan Lacok varð sendir inn til brotskøstini. Tíggju teir seinastu minuttirnar áttu Kyndil tríggjar ferðir møguleikan úr sjey metrum. Allar tríggjar ferðirnar bjargaði Dejan, og tó at Høgni í seinastu av hesum royndunum skoraði upp á returin, so slerdi hesar bjargingar stór petti av sjálvsálitinum hjá Kyndli. Og tað mundi tað eisini gera, tá Eli einar tríggjar ferðir stórbjargaði royndum frá púrasta leysum mótstøðumonnum.
Dramatiskur endi
Sjálvt Eli fekk tó ikki gjørt stórvegis, tá Rókur Akralíð við bara hálvum minutti eftir bombaði bóltin í meskarnar, og so skuldu vestmenningar hava nakað burtur úr seinastu royndini. Tað eydnaðist eisini, tá Harald Bjørgvin leyp inn úr spískum. Teir grønu mest sum lótu hann fara, tá vinkulin var at kalla vónleysur. Men heldur enn at skjóta, valdi Harald at spæla bóltin inn til ein flúgvandi Inga, sum við framúr vakra málinum tryggjaði VÍF annað stigið.
At sami Ingi so hampuliga provokerandi rann beint í linjuni hjá málverjanum útaftur, fekk sinnið at kóka yvir hjá teimum grønu. Ingi fekk eisini tað, sum hann fór eftir, tí hetta skar møguligu svartíðina hjá Kyndli úr fimm niður í eitt sekund, og so gjørdist ikki stórt. Tað var sjálvandi eitt mistak, at hetta ikki varð revsað av dómaraparinum, sum ístaðin gav Jónleif Sólsker reytt kort, tá hesin sýndi sína óngød um seinastu avgerðina.
Keðiligi endin av dystinum fekk tó ikki tikið burtur myndina av einum framúr undirhaldandi hondbóltsdysti. Kanska mest undirhaldandi dystinum higartil hetta kappingarárið. Og í so máta livdi klassikarin av sonnum upp til navnið.
Fakta um dystin
VÍF-Kyndil 25-25 (12-15)
Málskjúttar
VÍF: John Zachariassen 6, Áki G. Olsen 5, Sámal Joensen 4, Agnar Joensen 4, Ingi Olsen 3, Regin Joensen 3(2)
Kyndil: Høgni Klein 11(2), Rókur Akralíð 7, Hans Áki Dal Christiansen 3, Marius Joensen 2, Janus Einar Sørensen 1, Jónleif Sólsker 1
Brotskøst: VÍF 3, Kyndil 5
Útvísingar: VÍF 4, Kyndil 4
Diskvalifikatión: Kyndil 2 (Beinleiðis reytt)
Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen. Høvdu eina sera trupla uppgávu, sum eyðvita bar nøkur mistøk við sær.