Tveir dystir vóru í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum í dag.
Í bólki 1 tók Kyndil ímóti H71 2 í stórhøllini á Hálsi í Havn. Kyndil vann ein greiðan 27-15 sigur. Í steðginum var Kyndil á odda 13-5. David Edvardsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við fimm málum. Toppskjútti hjá H71 var Rani A. Højgaard, sum skoraði seks mál.
Í bólki 2 tók VÍF ímóti StÍF í høllini í Vestmanna. VÍF vann 35-31. Í steðginum var VÍF á odda 20-17. Julian Olsen, Sjúrður Olsen og Filip Jojic skutu allir níggju mál hvør fyri VÍF. Toppskjútti hjá StÍF var Allan Norðberg við 11 málum.
Bólkur 1 – menn
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Kyndil | 1 | 27 | 15 | 12 | 2 |
2 | Neistin | 1 | 30 | 22 | 8 | 2 |
3 | Team Klaksvík | 1 | 22 | 30 | -8 | 0 |
4 | H71 2 | 1 | 15 | 27 | -12 | 0 |
Leygardagin 20.01.18 kl. 18.00 Neistin – Team Klaksvík 30-22
Sunnudagin 21.01.18 kl. 16.00 Kyndil – H71 2 27-15
Bólkur 2 – menn
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | VÍF | 1 | 35 | 31 | 4 | 2 |
2 | H71 | 1 | 27 | 25 | 2 | 2 |
3 | KÍF | 1 | 25 | 27 | -2 | 0 |
4 | StÍF | 1 | 31 | 35 | -4 | 0 |
Leygardagin 20.01.18 kl. 18.00 H71 – KÍF 27-25
Sunnudagin 21.01.18 kl. 16.00 VÍF – StÍF 35-31