Uni Holm Johannesen
- Kyndil! Kyndil! Kyndil!
Frøin á Bárði Johannesen sigur alt. Við málinum til 25-23 køvir hann seinastu vónirnar hjá hoyvíkingum at fáa stig burturúr dystinum. Hann knýtir saman nevarnar og ger eitt ordiligt róp. Stutt eftir ljóðar seinasta bríkslið. Í einum stórum trunka síggjast glaðir og hoppandi grønir havnarmenn. Botnliðið er ósigrað í tríggjar dystir og hevur júst koppað grannunum úr Hoyvík.
Vónbrotnir hoyvíkingar á síðulinjuni taka seg til høvdið.
- Vit verða ongantíð føroyameistarar, tók ein til.
Løgdu bragdliga fyri
Tað byrjaði nú væl hjá H71. Kyndil gav heimaliðnum alt ov nógv pláss í verjuni, og tvær ferðir var gjørligt hjá Janus Sørensen at renna ígjøgnum fyrstu løtuna. Men skjótt vendist. Gestirnir fingu tamarhald á verjupartinum, meðan málini skolaðu inn í hinum endanum. Flestu málini vóru eftir returbóltar og tilvildarligt spæl, men tað gjørdi tað sama. Øll mál telja líka nógv.
Serliga var landsliðsleikarin Janus Einar Sørensen stórspælandi. Hann stórtreivst millum stóru verjuleikararnar hjá H71, og var toppskjútti hjá Kyndli við átta málum.
Einu løtuna høvdu gestirnir bara tríggjar mans á vøllinum. Men hoyvíkingar dugdu illa at gagnnýta støðuna. Støðan í hálvleikinum var 13-11 til Kyndil.
Stríðsviljin sigraði
- Kom nú her - út í hann! Væl vart!
Eyðkenni hjá kyndlamonnum seinastu nógvu árini hevur verið fyrimyndarligi stríðsviljin. Og tað var eisini hann, sum legði lunnar undir mest sannførandi avrikið hjá havarnfelagnum í hesum kappingarárinum. Serliga dugdi Bárður Johannesen, sum hoyvíkingar fleiri ferðir gjørdu brotskast móti, væl at stuðla undir viðleikararnar. Spælið hjá gestunum var ikki serliga flott í løtum, men teir lótu ikki H71 koma nærri leiðsluna. Teir hildu fast allan dystin á tamb. Ikki fyrr enn í seinastu minuttunum fingu hoyvíkingar spenning í dystin, men Kyndil endaði omaná, og vann við tveimum málum – 25-23.
Hóast grønu havarmenninir hava ligið í tungum sjógvi alt árið, koppaðu teir FM-kandidatinum í egnari holu. Men tað kann H71 fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri. Spælið hekk als ikki saman, og verjan og Kyndli stóð seg væl. Men hoyvíkingar mistu ikki serliga nógv í oddastríðnum. Málið er framvegis finalupláss, og júst sum undan dystinum, so eru tað framvegis tvey stig, sum skilja Neistan og hoyvíkingar.
Fakta um dystin
H71-Kyndil 23-25 (11-13)
10 min: 5-4
20 min: 7-10
40 min: 15-15
50 min: 18-20
Málskjúttar
H71: Dánjal Tórgarð 7(2), Poul Kjartan Dam 5, Janus Sørensen 4, Regin Joensen 2, Danni Syhler 2, Esbern Patursson 1, Bjarni Sørensen 1, Bárður Brimvík 1
Kyndil: Janus Einar Sørensen 8(3), Bárður Johannesen 6(2), Hans Áki Dal-Christiansen 4, Høgni Klein 2, Tummas Pauli Hanusarson 2, Andreas Sólsker 1, Rani Ellingsgaard 1, Erlendur Johannesen 1
Brotskøst: H71 3, Kyndil 7
Útvísingar: H71 3, Kyndil 5
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen