Jákup Mørk
Ikki kann sigast, at nakar spenningur var um úrslitið, tá besta mansliðið hjá Kyndli sunnudagin var í Runavík á vitjan.
Heldur var talan um gera dystin burtur av sær, tí satt at siga, so hevði kyndilsliðið einki at spæla fyri, nú allar vónir um heiðursmerki hetta kappingarárið eru farnar fyri skeyti.
Metsigur
At dysturin so kortini endaði við einum metsigri komst í stóran mun av, at tað var eitt tjaldurslið, sum var sera hart rakt av avboðum, sum kom á vøllin sunnudagin.
Í mun til dystin moti StÍF fyri góðari viku síðani var so at siga alt liðið skift út. Tummas Magnussen og Ragnar Hansen fingu reyða kortið í tí dystinum, og vóru tískil leikbannaðir hesu ferð, og leikandi venjarin, Sverri Justinussen var staddur uttanlanda í fullveldisørindum.
Harumframt noyddust bæði Mortan Hansen og Suni Fríði Johannesen at geva avboð til dystin, og tá hópurin ikki er serliga breiður, er hetta nakað sum merkist.
Kyndilsleikararnir kundu sostatt taka sær rættuliga av løttum í dystinum, og so at siga allir leikararnir fingu høvi at vísa síni evni.
Tjaldur eigur bæði metini
Runavíkingar hava sostatt ivasama heiðurin av at eiga størsta tapið hjá bæði monnum og kvinnum.
Tá kvinnurnar fyrr í ár vitjaðu í Vestmanna máttu tær leggja rygg til størsta tapið í kvinnudeildini, tá tær taptu 32-9, altso við 23 málum.
Merkisvert er kanska, at hóast talan gjørdist um slíkan stórsigur, so var eingin leikari á kyndilsliðnum, sum gjørdi serliga nógv um seg við málskjótingini, men hetta hevur sum so eisini verið styrkin hjá grøna havnarliðnum hetta kappingarárið, nevnliga at eingin leikari heur altavgerandi týdning fyri liðið.
Hinvegin hevur hetta kanska eisini merkt liðið negativt, við tað at teir ikki hava havt leikaran, sum einsamallur kann avgera ein dyst, ella sum skjýtur eini 8-10 mál í hvørjum dysti.
Slíkar leikarar hava VÍF, Neistin og StÍF, og kanska hevur hetta verið munurin á liðunum hetta kappingarárið.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Tjaldur: Arnfinn Langgard 3, Bergur Djurhuus 3, Dan Lamhauge 2, Áki Hansen 2, Jónstein Petersen 1
Kyndil: Høgni Klein 7, Rúni Poulsen 6, Uni Wardum 6 (1), Bjarni Wardum 5, Jacob Jónsson 4 (1), Niels Viggo Niclassen 3 (1), Hans Áki Dahl Christiansen 3 (1), Lars Winther 1 (1)
Brotskøst:
Tjaldur 1, Kyndil 6
Útvísingar:
Tjaldur 4
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Kristian Johansen
Størstu sigrarnir hetta kappingarárið
1. deild kvinnur
23. januar 2000: VÍF-Tjaldur 32-9 (23 mál)
12. desember 1999: Tjaldur-VB 17-37 (20 mál)
11. mars 2000: Tjaldur-VB 15-34 (19 mál)
1. deild menn
19. mars 2000: Tjaldur-Kyndil 11-35 (24 mál)
17. november 1999: KÍF-StÍF 21-39 (18 mál)
5. januar 2000: VÍF-H71 35-19 (16 mál)