Kyndil-VÍF 24-22 (11-9)
Tað eydnaðist hjá Kyndli at stríða seg til tvey stig, tá teir í dag høvdu vitjan av VÍF.
Talan var støðugt um sera spennandi dyst, har nervin alla tiðina var til staðar. Avgerandi løtan var einar 6-7 minuttir fyri leiklok, tá David Edvardsen og Julian Johansen skutu trý góð mál, samstundis sm Mladen í Kyndils-málinum hevði tvær framúr bjargingar.
Myndir frá dystinum síggjast HER
Seinastu løtuna gjørdist tað bæði heitt og intenst. VÍF sendi allar mans út at jagstra, og Kyndil brendi opnan møguleika og kom í undirtal løtu seinni. Undirtalið vardi tó ikki so leingi, tí VÍF dugdi eisini at brenna, og so fingu eisini teir eina útvísing eftir nærdyst.
Tað eydnaðist teimum tó at halda fast um leiðsluna, og vunnu sostatt stigini, sum kunnu vísa seg sum sera avgerandi í oddastríðnum. Har stríðist Kyndil við H71 um silvurplássið, sum gevur atgongd til FM-finaluna.
---
47 min: Kyndil-VÍF 18-18 (11-9)
Tað er spenningur fyri allar pengarnar, hóast hondbóltsspælið kundi verið betri.
Kyndil og VÍF borgar vanliga fyri intensiteti, og soleiðis er eisini hesaferð.
Dystargongdin hevur eisini sveiggjað. Kyndil hevði munin undan steðginum, men vestmenningar byrjaðu sum óløgi eftir steðgin. Í yvirtali megnaðu teir grønu tó at svara aftur, og nú stendur altso púrasta á jøvnum.
---
Hálvleikur: Kyndil-VÍF 11-9
Kyndil er á odda, nú klassikarin í føroyskum manshondbólti er hálvrunnin.
Tað var annars VÍF og serstakliga Áki Egilsnes, sum fingu betru byrjanina í dystinum, men tá Áki eina løtu varð settur at hvíla seg, kundi Kyndil arbeiða seg aftur í dystin.
Tað gjørdi ikki fortreytirnar hjá heimaliðnum verri, at vestmenningarnir hava fingið nakrar útvísingar í sín part, og við fyrimuni av yvirtali hevur tað eydnast heimaliðnum at vinna sær eina leiðslu, sum teir hava hildið fast um seinastu 10 minuttirnar.