Kyndil tvey stig frá FM-heitinum

Hondbóltur: Oddaliðið var trýst í fyrra hálvleiki, men fekk fatur á endanum og er nú einans tvey stig frá at tryggja sær føroyameistaraheitið

Kyndil-VB 29-24 (10-12)


Sunnudagin var tað Kyndil, ið átti tørn móti VB, og gongdin var ikki so ólík henni í dystinum dagin fyri móti Neistanum. Aftur hesaferð var VB á odda í hálvleikssteðginum, men enn einaferð megnaðu tær ikki at halda fast í seinna hálvleiki.

Ein av størstu mununum á dystunum var kortini VB-málverjin Guðrun í Lágabø, sum stóð nógv betur móti Kyndli enn hon hevði gjørt móti Neistanum dagin fyri. Serliga kláraði hon væl at avlesa royndirnar hjá sterkasta skotvápninum hjá Kyndli, Lotte Sørensen. Tá liðini spældu í Vági, hevði VB góða eydnu við ikki at mansverja Lotte, sum so nógv onnur lið høvdu gjørt, men heldur at erta hana soleiðis, at hon ongantíð slapp heilt nær til skot. Hetta riggaði eisini sunnudagin, men eins og í VB-høllini síðst í januar var tað ikki nóg mikið, fyrst og fremst tí Kyndil hevur væl størri breidd enn hini liðini í kappingini.

Í hinum endanum fekk VB eina ørgrynnu av brotskøstum, sum Sólrun Krosslá setti í netið, og VB-leiðslan í hálvleikinum var uppiborin, um enn ótrygg.

Men tað er hent seg ferð eftir ferð í ár, at Kyndil hevur verið aftanfyri, men hevur tikið dik á seg í seinna hálvleiki. VB-kvinnurnar fóru at gera feilir, sum Kyndil gjørdi sær dælt av. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik var støðan vend frá 12-10 til VB til at vera 18-15 til Kyndil.

Men so fór Kyndil at gera júst teir somu feilirnar sum VB, og útiliðið slapp inn aftur í dystin við at minka til 21-20.

Men tað var tað nærmasta, VB kom. Kyndil átti tað, ið eftir var, og vann at enda 29-24. Sostatt fingu vit onga endurtøku av dystinum í fjør, tá VB sera óvæntað vann.

Eftir dystin varð endaliga staðfest, at Kyndil verður føroyameistari aftur í ár. Liðið hevur eisini verið so nógv tað støðugasta í endaspælinum, og vit skulu framvegis heilt aftur til 11. oktober í fjør fyri at finna seinasta og higartil einasta tapið ? í fyrsta umfari móti Stjørnuni. Júst Stjørnan hevur framvegis møguleika fyri at yvirhála Kyndil, og Neistin kann koma upp á sama stigatal. Men tað er neyvan nakar, sum gevur hesum møguleikanum gætur longur.

Longu í annaðkvøld spælir Kyndil móti StÍF á Skála. Tað var í hesum dystinum seinasta kappingarár, at endaliga avgerðin fall, og tað kann væl henda seg, at gongdin verður tann sama í ár.