Kyndil-VÍF 32-24 (16-11) - dystarendin og samanumtøka (FM1)

(FM1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum, og hoyr Claus Rasmussen taka samanum dystin

Kyndil vann ein ógvuliga sannførandi 32-24 sigur á VÍF í Okkara-deildini í dag. Støðan í hálvleikinum í høllini á Hálsi í Havn var 16-11 til Kyndil.

 

Bartal Klein Olsen var toppskjútti hjá Kyndli við átta málum. David Edvardsen skoraði seks mál. Jón Müller gjørdist toppskjútti hjá VÍF við sjey málum. Filip Jojic og Sjúrður Olsen skutu trý mál hvør.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1: 

 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum. Claus Rasmussen var viðmerkjari.


2) Hoyr Claus Rasmussen taka samanum dystin.

 

Claus Rasmussen staðfestir, at VÍF var ikki til staðar í dag meðan Kyndil gjørdi tað framúr væl við nógvum ungum spælarum á liðnum. 

 

 

HERber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við seksmálsskjúttan hjá Kyndli, David Edvardsen.

 

HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá VÍF, Hjalmar Klein Olsen. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF6162148149
 KYNDIL7172151218
 NEISTIN6146131158
 H71512111656
 STÍF5116132-164
 KÍF5118120-23
 TEAM KLAKSVÍK6133170-372