Fólk høvdu við spenningi sæð fram til seinasta dystin í ár millum kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum, men tað vísti seg skjótt, at dysturin ikki fór at gerast serliga spennandi. Til tað vóru kyndlakvinnurnar nógv betur upplagdar enn Neistaliðið, sum ongantíð fekk fótin fyri seg í dystinum.
Dysturin hevði avgerandi týdning fyri bæði liðini. Taparin misti FM-møguleikan, og tað varð altso Neistin, sum nú endar á triðja plássi, hóast liðið hevur tveir dystir eftir at spæla. Kyndil kann hinvegin gleða seg til ein sera spennandi dyst á Skála komandi leygardag.
Í nógv ár hevur Neistin verið besta hondbóltslið hjá kvinnum, ikki bert í Havn, men í øllum landinum. Hetta er nú broytt, og hóast Neistin miðskeiðis í februar vann steypafinaluna móti Kyndli, hevur Kyndil vunnið seinastu tveir landskappingardystirnir millum liðini, og tað eru hesi fýra stigini, sum nú gera, at tað er Kyndil, sum framvegis hevur møguleikan fyri at gerast føroyameistari.
Sunnudagin var Kyndil eisini klárt betra liðið. Tær vóru á odda frá byrjan og sleptu ongantíð leiðsluni. Bæði verjan og álopið riggaðu væl, og enn eina ferð vísti Lotte Sørensen, at hon hevur sera stóran týdning fyri kyndlaliðið. Hon gjørdi 13 mál í dystinum, tey flestu við skotum langt úti frá, men móti endanum slapp hon eisini ígjøgnum verjuna ? nakað sum annars hevur verið luturin hjá Ann Hansen. Júst Ann Hansen hevur eisini havt eitt sera gott kappingarár, og tað sæst, at hon trívist væl undir liðini á Lotte.
Neistin hevði fleiri upplagdar málmøguleikar, sum ikki góvu mál, og støðan í hálvleikinum var 14-9 til Kyndil. Í dystunum millum hesi liðini hevur tað ofta verið soleiðis, at annað liðið leggur seg á odda í fyrra hálvleiki, meðan hitt kemur aftur í seinna hálvleiki, men so var ikki sunnudagin. Munurin vaks bara í seinna hálvleiki, og seinni hálvleikur var ikki gamal, tá tað sást, hvør fór at vinna dystin.
Einki avgjørt
Móti endanum var størsti spenningurin um, hvussu tað gekst í Klaksvík, har tað frættist, at oddaliðið StÍF hevði stórar trupulleikar móti botnliðnum Stjørnuni. Javnleikurin í Klaksvík ger, at einki er avgjørt áðrenn seinasta dystin komandi leygardag. Tað einasta, sum kann sigast við vissu, er, at vit fáa ein nýggjan føroyameistara í kvinnudeildini í ár. Neistin hevur vunnið kappingina seinastu fýra árini á rað, men ósigurin sunnudagin merkti, at liðið hvørki fær gull ella silvur, og tað er ivasamt, um tað nakrantíð er komið fyri fyrr.
Hvar vóru dómararnir?
Annars er at nevna, at dómararnir, sum vóru settir til at døma bæði kvinnu- og mansdystin sunnudagin, av onkrari orsøk ikki møttu upp. Vestmenningarnir Hjalmar Klein Olsen og Ingi Olsen noyddust i cowboybuksum og svartaskóm at taka við og sluppu eisini væl frá uppgávuni, men tað er alt, alt ov vánaligt og á ein hátt eisini forhánisligt, at dómararnir, hesa ferð úr StÍF, ikki møta upp til ein so týdningarmiklan dyst, sum kvinnudysturin var. Skilið var tað sama, tá menninir hjá Kyndli og KÍF spældu á Skála næstseinasta vikuskiftið. Tá var tað Neistin, sum ikki møtti upp. Og tað er ov vánaligt.
1. deild kvinnur:
Kyndil-Neistin 31-20 (14-9)
Kyndil: Lotte Sørensen 13, Ann Hansen 5, Brynhild Klein 4, Jórun Ludvig 3, Jacklin Durhuus 2, Rakul N. Joensen 2, Frida S. Johannesen 1, Jensia Petersen 1.
Neistin: Rúna Wardum 10, Inga Danberg 3, Inga Dahl 2, Kára á Dunga 2, Mildrið Jacobsen 1, Lovisa Jørgensen 1, Súna Mørk 1.
Útvísingar: Kyndil 4, Neistin 3.