Hondbóltur
Kollektivið hjá Kyndli var sterkari enn einstaklingarnir hjá Neistanum. Tað var fremsta niðurstøðan av grannauppgerðini á Hálsi, har Kyndil prógvaði, at hóast liðið ikki telur heilt so sterkar profilar, sum Neistin ger, so hava teir eitt hondbóltslið, sum er í minsta lagi líka sterkt.
Stílurin sunnudagin var tann eyðkendi, tá Kyndil er best. Nógv ferð á álopsspælinum og eina knallharað verju, sum ferð eftir ferð steðgaði skotsterku bakketuni hjá Neistanum. Og við einum Erlendi Johannesen í málinum, sum sjáldan hevur spælt betur enn tað sama, tóku teir púrasta pippið frá bláu mótstøðuni.
Høvdu meira í sær
Kontanti spælistílurin kostaði fleiri útvísingar, og tvær ferðir mátti Kyndil spæla við fýra móti seks. Men hetta tók ongan tíð liðið niður. Partvíst tí eftiverandi spælararnir bara stríddust tað meira, tá menn vóru úti, men eina mest tí spælið hjá Neistanum ofta gekk alt ov seint, og tí megnaðu ikki at spæla tunt hóast yvirtalið.
Eina løtu í seinna hálvleiki var tó líkt til, at Neistin kundi sveiggja seg upp hóast alt. Hans Áki Dal-Christiansen hevði fingið sína triðju útvísing, og tí var ein týðandi partur av Kyndils-verjuni burtur. Um sama mundi fekk Neistin, sum hevði verið aftan fyri allan dystin, togað seg upp á 21-21, og fagnaðurin í bláu leguni var øgiligur, tá Kyndils-venjarin tveitti grøna kortið á borðið.
Men veruligi upptúrurin varð av ongum. Tvørtur ímóti, so setti Kyndil alt so ruddiliga upp á pláss næstu løtuna. Áðrenn teir bláu reiðiliga vistu av, stóð 28-22 á talvuni, og tá var alt ov seint til at gera nakað sum helst.
Toppurin í trunka
Sigurin hjá Kyndli ber við sær, at toppurin á stigatalvuni nú er saman í mest sum einum trunka.
Enn er sjálvandi langt á mál, áðrenn finalistarnir til FM-kappingina verða funnir, men spælið hjá Kyndil vísti akkurát tær dygdir, sum áður hevur borðið felagið fram til fleiri heiti.
Í mun til so ofta fyrr tykist Kyndil eisini at vera í rætta gearinum frá byrjan hesaferð, og kunnu teir halda dampinum á leið haruppi, sum hann var sunnudagin og fyri eini viku síðani, er eingin orsøk at halda, at Kyndil ikki verður við heilt frammi, tá vit koma fram til kappingarenda.
Fakta um dystin
Kyndil-Neisin 29-24 (14-12)
10 min: 6-4
20 min: 11-9
40 min: 16-15
50 min: 21-21
Málskjúttar
Kyndil: Bárður Johannesen 9, Josef Abrahamsen 7(1), Høgni Klein 3, Ken Zachariassen 3, Torvald Abrahamsen 2, Kristoffur Kristoffersen 2, Høgni Klein-Olsen 1, Julian Johansen 1, Hans Áki Dal-Christiansen 1
Neistin: Birgir Poulsen 7, David Edvardsen 6(1), Ingi Olsen 5, Heini Hanusarson 4, Jugosalv Djumic 2, Finnur Hansson 1
Brotskøst: Kyndil 1, Neistin 1
Útvísingar: Kyndil 8, Neistin 4
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen