Tað gongur ikki altíð, sum prestur prædikar. Eitt gamalt orðatak, sum neyvan verður lagt til viks í okkara tíð. Og fríggjakvøldið fingu kyndlamenn at føla, at tað gongur ikki altíð, sum ein roknar við sjálvur.
Kyndil fekk fríggjakvøldið vitjan av 2. liðið hjá strandingum, men tað skuldi vísa seg at vera ein ov stórur biti hjá havnarmonnum í Kyndli, tí tað vísti seg, at tá avtornaði vóru strandingar omaná og Kyndil undir.
Nú er tað so nógv sagt, at tað var annað lið hjá StÍF, sum spældi dystin móti Kyndli, tí meginparturin av leikarunum á 2. liði henda dagin vóru leikarar, sum vanliga leika fast á fyrsta liði.
Johan Danielsen, Elias Hansen, John Petersen, André Danielsen, Artur Johansen, Pauli Justinussen og Jón Rasmussen vóru stamman á liðnum fríggjakvøldið og tað liðið var ov gott til at Kyndil hevði nakað mótvápn.
Orsøkin til, at allir fyrstaliðsleikararnir hjá StÍF vóru við á øðrum liði var, at teir ikki vóru við í dystinum hjá 1. liðið mikukvøldið. Venjarin hjá strandingum, Jónleif Sólsker, hevði tí fullan rætt til at brúka leikararnar fríggjakvøldið og hann so gjørdi.
Tað sigur seg sjávlt, at tað er eitt sjokk hjá kyndlaleikarum at síggja eitt fyrsta lið, tá ein roknar við at síggja eitt væl veikari annað lið. Men soleiðis eru umstøðurnar nú einaferð og tað verður ein noyddur at taka við.
Dysturin háttaði sær soleiðis, at tað vóru strandingar, sum alt fyri eitt settu seg á dystin og hildu Kyndil aftanfyri. Í hálvleikinum vóru teir frammanfyri við seks-sjey málum (vit hava ikki dómaraseðilin).
Tá seinni hálvleikur byrjaði legði StÍF seg enn meira framum. Teirra spæl virkaði framúr væl og serliga vóru tað teir báðir Artur Johansen og John Petersen, sum skaraðu framúr. Hesir báðir gjørdust eisini bestu málskjúttar hjá StÍF.
Hvussu var og ikki, so gjørdu strandingar bart í seinna hálvleiki, tá teir ? um miðjan seinna hálvleik ? løgdu seg fram um við tíggju málum. Einu løtuna
vóru teir frammanfyri Kyndil við 25-15 og tá var dysturin so at siga avgjørdur.
Kyndlavenjarin vildi tó ikki hava sitandi á sær, at tapa ímóti einum 2. deildarliði og tí fóru teir fram á vøllin at dekka. Og tað riggaði, hóast tað ikki riggaði nog væl.
Smátt um smátt minkaði Kyndil um munin og tá seinni hálvleikur nærkaðist endanum var munurin heilt niðri á tveimum málum.
Tað var tó ikki nóg mikið hjá Kyndli at dekka offensivt, tí seinastu løtuna megnaði StÍF at halda stand og dysturin endaði við, at StÍF vann við 36 málum móti 33.
StÍF verjan
tøtt sum tróðrið
Størsta orsøkin til at strandingar vunnu dystin móti Kyndli var verjan. Hon var tøtt sum tróðrið, serliga fyrstu fjøruti minuttirnar. Tað man vera langt síðani, at Kyndil í fyrstu deild bert hevur skotið 15 mál eftir fjøruti minuttum og so slettis ikki móti einum 2. deildarliði.
Málmaðurin hjá strandingum Johan Danielsen stóð eisini ein branddyst fríggjakvøldið og tók meginpartin av tí, sum verjan ikki tók.
Hjá Kyndli var tað beint øvugt. Liðið var annars væl mannað, men 1. málmaðurin hjá Kyndli stóð uttanfyri við skaða. Í hansara stað var 2. málmaðurin komin inn, men hann hevði ein ringan dag, skilst. Hann fekk ikki fatur í nøkrum, sum strandingar tveittu eftir honum og so var liðugt.
Tað gongst
ikki altíð?
Sum skilst vóru kyndlamenn illa nøgdir við dystin móti strandingum. Tað sigur eisini seg sjálvt, at eitt lið í fyrstu deild, sum er so sterkt sum Kyndil, eigur at vinna móti einum liði úr lægri deild, men soleiðis er ikki hvørja ferð og so slett ikki tá mótsøðuliðið er betri mannað enn ein hevur væntað.
Nú er støðan so tann, at fyrstalið hjá Kyndli ikki kann vinna greipuna í ár. Til tað krevst, at liðið vinnur bæði meistaraheitið og steypakappingina, men fyrstalið er ikki longur við í steypakappingini. Tí syrgdi StÍF fyri fríggjakvøldið.
Tað gongst nevniliga ikki altíð, sum prestur prædikar?