Kyndilskvinnur eru í FM-finaluni

Kyndilskvinnur eru í FM-finaluni í tí fremstu kvinnudeildini, har tær koma at møta suverena oddaliðnum, Neistanum.

 

Kyndilskvinnur megnaðu javnleik 27-27 á útivølli ímóti VÍF/Tjaldrinum. Støðan í steðginum varð 13-11 til VÌF/Tjaldur. VÌF/Tjaldur varð á odda ein stóran part av dystinum, men tá ein minuttur varð eftir kom Kyndil á odda 27-26. VÌF javnaði, og hevði ein risamálmøguleika í teimum doyggjandi sekundunum, men bólturin brast á stongina.

 

Kyndilskvinnur er betri innanhýsis við tveimum sigrum, einum javnleiki og einum ósigri ímóti VÌF/Tjaldur, so sjálvt um VÍF/Tjaldur endar á líka nógvum stigum, so er hetta ikki nóg mikið hjá felagsliðnum.

 

Støðan í fremstu kvinnudeildini :

 

1. Neistin 16 dystir 32 stig

2. Kyndil 19 dystir 23 stig

------------------------------------

3. VÍF/Tjaldur 18 dystir 19 stig

4. VB 18 dystir 11 stig

5. StÍF 16 dystir 10 stig

6. Stjørnan 17 dystir 9 stig