VÍF ? Kyndil 22-24 (11-11)
Høllin í Vestmanna var sunnudagin karmur um eina dupultuppgerð ímillum Vestmanna og Havnina, við tað at tey bæði fremstu liðini hjá VÍF og Kyndli skuldu royna síni kynstu ímóti hvørjum øðrum.
Fyrst á skránni var kvinnudysturin, har vestmannagenturnar høvdu eina stóra uppgávu. Hinumegin miðlinjuna stóðu føroyameistararnir tey bæði seinastu árini. Hinvegin prógvaðu vestmannagenturnar seinasta ár, at teær eisini kunnu spæla við móti teimum stóru, við tað at tær vunnu steypakappingina har tær millum annað bastu kyndlagentunum á vegnum til finaluna.
Eingin lættur dystur
Tað sást eisini beinanvegin, at gulu genturnar ikki høvdu nakrar ætlanir um at lata Kyndil fara suður aftur við stiginum, uttan stórvegis hóvasták. Leikurin gekk javnt á allan fyrr hálvleik, og liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna. Serliga vóru tað tær báðar Ioana Rapa og Lotte Sørensen, sum gjørdu um seg fyrstu løtuna, men hetta var helst ikki meira enn væntað, tí tær báðar vóru ávíkavist besti málskjútti og besti leikari í kappingini undanfarna ár.
Annars var eisini vert at leggja til merkis, at Rakul N. Joensen tóktist at fáa alt ov gott pláss úti á vinstra vongi henda hálvleikin. Ferð eftir ferð sveik uppdekkingini úti í borðinum, og hevði málverjin hjá vestmennigunum ikki staðið somikið væl, hevði dysturin allarhelst verið avgjørdur í fyrra hálvleiki.
Soleiðis skuldi tó ikkiv verða, og tá liðini fóru av vøllinum eftir fyrru 30 minuttirnar stóð á jøvnum.
VÍF hekk í
Í øðrum hálvleiki legði Kyndil hart út, og eftir 5 minuttum megnaðu tær at skapa sær eina 3 mála leiðslu. VÍF svaraði tó aftur, og var hetta søgan so at siga allan hálvleikin. Hvørja ferð Kyndlakvinnurnar høvdu gjørt ein vørr, og tað var líkt til at dysturin varð avgjørdur, megnaðu tær gulu at svara aftur. Eins og í fyrra hálvleiki vóru Ioana og Lotte sera sjónligar hjá báðum pørtunum, men nú sást brádliga eisini nógv til Beintu Sørensen úr Kyndli og Jacklin Durhuus úr VÍF. Hví Beinta byrjaði dystin á beinkinum skilji eg ikki rættuliga, men hon megnaði í hvussu so er at vísa venjaranum, at hon helst eigur at teljast millum 6 tær fyrstu, tá liðið verður sett. Heldur ikki var hon bangin fyri at taka ábyrgd á seg, og eftir at Lotte hevði brent 2 brotskøst á rað, varð tað Beinta, sum átók sær hesa uppgávuna.
At Kyndil kann loyva sær at halda einum so frægum leikara sum Beintu á beinkinum ber eisini boð um, at breiddin í hópinum er stór, og helst var tað henda breidd, sum at enda tryggjaði kyndlakvinnunum sigurin. Spælið broyttist ikki tað stóra, tá stuðulsleikarar fóru út at hvíla seg, og at enda var tað sum um, at Ioana og Jacklin, sum at siga onga hvíld fingu, ikki framhaldandi megnaðu at svara aftur mótvegis málskjótingini hjá kyndlakvinnunum.
Verjan riggaði væl
Kyndil leikti so at siga allan dystin við einari 5-1 uppstilling í verjupartinum, og hóast hetta onkuntíð varð orsøk til hol í verjuni, tóktist taktikkurin at eydnast væl.
Bæði Ioana Rapa og Jacklin Durhuus høvdu ofta trupult at sleppa til skot, og Rakul N. Joensen, sum hevði leiklutin sum eittarin, tykist vera í somikið góðari venjingarstøðu at hon so at siga allan dystin kundi órógva miðleikararnar hjá VÍF.
Onkuntíð varð tó skift til at spæla við 5 í verjuni, ímeðan Rakul mansvardi Ioanu, men hetta tóktist ikki vera nøkur skilagóð loysn, við tað at hetta skapti alstórar trupulleikar fyri verjuna, tá hon setti ferð á og fór frá Rakul. Áðrenn kappingin byrjaði, frættu vit frá kyndlavenjarunum Flemming Raben, at tað helst fór ganga nakað av tíð, áðrenn genturnar høvdu vant seg við nýggju verjuskipanina, men longur nú kann staðfestast, at tær eru komnir væl á leið.
Ov fáar bera ov nógv
VÍF leikti hinvegin við flatari verju, men størsti trupulleikin í hesum tóktist vera, at samskifti ímillum verjuna og málverja ikki altíð riggaði nóg væl. Hetta kann tó batna munandi við venjing, og megna tær at fáa hetta í rættlag, kunnu tær koma heilt langt.
Í álopspartinum tykist tað onkuntíð at ov tungar byrður verða lagdar á Ioanu og Jacklin, men hinvegin hevur eitt nú Nicolina Joensen áður prógvað, at hon so sanniliga eisini kann skjóta nógv mál.
Bestu málskjúttar:
VÍF: Ioana Rapa 9, Jacklin Durhuus 6, Nicolina Joensen 2
Kyndil: Lotte Sørensen 10, Beinta Sørensen 6, Rakul N. Joensen 3