Kyoto sáttmálin og Føroyar

Nakað her fyri kom ein frágreiðing um "Útleiðing av veðurlagsgassi í Føroyum" (Lena Lastein, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, 2002-1). Frágreiðingin vísti m.a., at útlátið av veðurlagsgassi í Føroyum liggur ógvuliga høgt í mun til fólkatalið. Síðan havi eg spentur bíðað eftir, at frætta frá føroyskum politikarum, hvat vit nú skulu gera. Men, har var soltið. Onkur úr andstøðuni hevur lagt eftir samgonguni fyri at hava ført okkum í hesa støðu, og onkur hinumegin gevur Danmark skyldina; men ógvuliga lítið hevur verið at hoyrt um tann avgerandi spurningin: Skulu Føroyar taka undir við Kyoto sáttmálanum, og hvussu kunnu vit lúka treytirnar í honum.
Kyoto sáttnálin
Kyoto sáttmálin (ella rættari: Kyoto protokollin undir veðurlags sáttmálanum) ásetir, at tey lond, sum taka undir við honum, skulu minka um útlátið av veðurlagsgassi. Veðurlagsgass er koltvíilta og onnur evni, sum ávirka veðurlagið á jørðini og fara at elva til stórar broytingar tey komandi 100 árini. EU-londini hava sostatt bundið seg til at tryggja, at teirra útlát í 2008-2012 verður 8% minni enn í 1990. Í Føroyum var útlátið í 2001 vaksið 11% upp um útlátið í 1990, og skuldu Føroyar fylgt EU londunum, skuldu vit sostatt minkað okkara útlát við 17% í mun til 2001.
Tá Danmark tók undir við Kyoto sáttmálanum, varð fyrivarni tikið fyri Føroyum, og higartil hava føroyskir politikarar sagt, at ongin støða kundi takast, fyrr enn ein frágreiðing um verandi útlát var komin. Nú er hon komin, og nú kundu vit so havt væntað, at fingið eina støðutakan, men so tykist ikki at vera. Kanska er ætlanin at brúka strussastrategiina og vóna, at trupulleikin hvørvur, um vit bara stinga høvdið niður í sandin og látast sum einki.
Hesin trupulleikin fer tó ikki at hvørva. Tað verður alt meiri greitt, at veðurlagsbroytingarnar verða ógvuliga umfatandi, og at tær longu eru farnar í gongd. Tann einasti mátin at avmarka avleiðingarnar er at minka um útlátið av veðurlagsgassum. Føroyar kunnu sjálvandi velja at siga, at vit muna so lítið, tí vit eru so fá; men frágreiðingin vísir, at vit liggja millum tey lond í heiminum, sum dálka mest á hesum øki fyri hvønn íbúgva. Og, tað eg dugi at síggja, er hetta nógv tann álvarsligasta dálkingarkeldan bæði fyri jørðina sum heild og fyri okkara leiðir. Um vit nokta at taka undir við Kyoto sáttmálanum, so átaka vit okkum samstundis tann ivasama heiður at liggja millum heimsins mest dálkandi lond í mun til fólkatalið.
Føroyskur umhvørvispolitikkur
Hetta mátti verið ein heldur beiskur biti hjá teimum nógvu politikarum, sum nú í nógv ár hava roynt at profilera Føroyar sum umhvørvisverju. Vit hava hildið millumtjóða umhvørvisráðstevnur, hava mótmælt útleiðingum av kjarnorkuburtur-kasti, og føroyskir politikarar hava nógvar ferðir í Norðurlandaráðnum og aðrastaðni strongt á at minka um dálking. Munurin var sjálvandi tann, at hesi mótmæli kostaðu ikki okkum nakað. Rokningin fyri at minka um dálkingina fór til onkran annan, og tá er lætt at vera umhvørvisverji.
Soleiðis verður ikki við veðurlagsbroytingunum. Skulu vit t.d. innan 10 ár minka okkara útlát av veðurlagsgassum við 17%, so krevur tað stórar umleggingar. Upp á langt sikt kundi tað væl hent, at hetta lønti seg fíggjarliga, tí olja og onnur brennievni fara bara at dýrka, sum frá líður; men upp á stutt sikt, fara broytingarnar at merkjast nógv. Tað er ivaleyst hetta, sum fær politikarar at stinga høvdið niður í sandin.
Eg hoyrdi eina samrøðu við ein politikara, tá frágreiðingin júst var komin. Hann tyktist ikki hava serligan hug til forboð, avgjøld ella onnur tílík tiltøk. Skilti eg hann rætt, so helt hann, at vit kundu minka um dálkingina við eini sinnalagsbroyting. Hugsi tykkum, at vit innførdu hetta sum alment juridiskt prinsipp; at vit t.d. avtóku bøtur og revsing fyri at bróta ferðslulógina og vónaðu, at ein sinnalagsbroyting fór at geva okkum eina trygga ferðslu. Hetta ljóðar vakurt, men er tað, sum politikarar siga, tá teir annaðhvørt halda, at ongin trupulleiki er, ella ikki hava hug at gera nakað við hann.
Í hesum føri tykjast fleiri føroyskir politikarar at halda júst tað, at her er ongin trupulleiki. Tú lesur nógv ymiskt í bløðum ella fær úr út- og sjónvarpi misvísandi søgur, sum kunnu fáa fólk at ivast í, um nakrar veðurlagsbroytingar verða. Men politikarar, sum hava ábyrgd av landsins framtíð, kunnu ikki grunda sínar metingar á tílíkt sleyg. Hevur tú illgruna um, at tú er sjúkur, so fert tú ikki bara út á gøtuna og spyr onkran tilvildarligan. Tú fert til læknan; til tann serkøna. Tað sama mást tú gera í hesum førinum. Tú mást spyrja tey serkønu, og tey eru stórt sæð samd. Tað vóru tey kanska ikki fyri 10 árum síðan; men í dag eru næstan allir serfrøðingar samdir um, at útlátið av veðurlagsgassum longu hevur broytt veðurlagið á jørðini sum heild og fer at fáa ógvisligar og veksandi avleiðingar tey komandi 100 árini. Tann, sum hevur hug at kunna seg um hetta, kann fara inn á:http://ipcc-ddc.cru.uea.ac.uk/
So, um føroyskir politikarar velja, ikki at taka undir við Kyoto sáttmálanum, so velja teir samstundis at eyðmerkja føroyingar til at vera eitt av heimsins mest dálkandi fólkasløgum. Men, tað er heldur ikki vist, at vit sleppa so bíliga. So hvørt, sum vit nærkast 2008, og onnur lond seta tiltøk í verk, mugu vit rokna við øktum trýsti frá øðrum londum so sum handilsforðingar, avgjøld ella á annan hátt. Hví skulu tey finna seg í, at vit halda fram við at dálka, meðan næstan øll onnur royna at minka um dálkingina. Eg rokni ikki við, at vit sleppa at verða verandi uttan fyri, og tá er spurningurin bara um at fáa tíð til at gera tey neyðugu tiltøkini.
Um vit leggja eina ætlan nú, so hava vit næstan 10 ár til at seta hana í verk; men fyri hvørt ár sum gongur uttan tiltøk, fer okkara útlát at veksa, og meiri má so skerast, tá vit endiliga fara í gongd. Samstundis verður tíðin at gera nakað styttri. Tað allarminsta, tú kundi kravt av okkara politikarum, var, at teir beinanveg settu tiltøk í verk fyri at steðga vøkstrinum í útláti.
Kunnu vit minka um útlátið ?
Eftir stendur so spurningurin, um og hvussu, vit kunnu minka um okkara útlát av veðurlagsgassi. Hetta er ikki nakar einfaldur spurningur og fer at krevja nógv arbeiði, tí neyðugt verður at umskipa orkunýtsluna innan fleiri ymisk samfelagsøki. Tað størsta útlátið kemur frá fiskiskipum (32%), og tað verður ivaleyst neyðugt at minka útlátið frá teimum, um nøkur vón skal vera um at halda Kyoto sáttmálan. Hetta skuldi eisini kunna latið seg gjørt. Sambært fiskifrøðingunum kunnu vit upp á langt sikt fiska líka nógv, sum vit gera í dag, men við væl minni flota og minni roynd (færri fiskidøgum). Minni floti og minni roynd skuldu givið samsvarandi minni útlát. Haraftrat brúka teir ymsu veiðuhættirnir (trol, lína, gørn o.s.fr.) ymiska mongd av olju fyri hvørt tonsið av fiski, teir fáa. Tí kann broyting i býtinum millum veiðihættir eisini geva minni útlát við somu veiðu.
Minking av fiskiflotanum ella broytt býti millum teir ymsu veiðuhættirnar fer at krevja almenna stýring, og hetta eru neyvan tiltøk, sum allir politiskir flokkar fara at fegnast um, og tey kunnu heldur ikki fremjast frá einum degi til annan. Men, vit noyðast at ásanna, at orkunýtslan hjá skipunum og teirra útlát mugu takast við í einum komandi fiskivinnupolitikki. Somuleiðis mugu vit fáa ein meiri skipaðan orkupolitikk á landi, so at útlátini frá húsarhaldum, elframleiðslu og øðrum virksemi kunnu tálmast. Eisini tað fer at krevja eitt stórt og miðvíst arbeiði. Her kann tó vera vert at endurtaka, at upp á langt sikt fara tílíkar broytingar á sjógvi og á landi óivað at løna seg fíggjarliga fyri samfelagið sum heild, so hvørt sum oljuprísurin veksur.
Eitt annað øki, sum kann koma at bera stór útlát við sær, er oljuvinnan. Vísir tað seg, at grundarlag er fyri at útvinna olju ella gass á føroyskum leiðum, so fer útlátið ivaleyst at økjast nógv. Hetta hevur verið ført fram sum ein grund móti at taka undir við Kyoto sáttmálanum; men hesin sáttmálin gevur eisini ríkum londum møguleikan at keypa "útlátskvotur" frá øðrum londum. Verður oljuvinna í Føroyum, so fara vit at fáa so nógv burturúr fíggjarliga, at vit væl skuldu havt ráð at keypa tílíkar kvotur. Hetta er kanska ikki tann mest dámligi mátin at minka um dálking; men hann er so í øllum førum frægari enn bara at látast sum einki.
Niðurstøða
Samanumtikið er tað at taka undir við Kyoto sáttmálanum ein stór avgerð, sum fer at krevja stórar umskipanir av okkara samfelagi; men vit hava neyvan nakað annað val. Tá øll londini rundan um okkum eru farin í gongd við at minka um síni útlát av veðurlagsgassum, hvørki kunnu ella sleppa vit at liggja eftir sum tey einastu, ið halda fram at økja um útlátið. Tað eigur eisini at bera til at fremja tey neyðugu tiltøkini; men tað verður eitt stórt arbeiði. Tað mest umráðandi er, at hetta arbeiðið byrjar skjótt, so at tiltøkini ikki verða ov ógvislig. Tí mugu føroyskir politikarar úr samgongu og andstøðu skjótt toga høvdini upp úr sandinum og viðgera spurningin meiri sakliga.