LÍF fekk ikki hol á

Hvørki KÍ ella LÍF megnaðu at skora, tá 1. deildarliðini spældu landskappingardyst í Klaksvík mikukvøldið. LÍF hevði leikliga yvirvág og hevði størru málmøguleikarnar, men heimaliðið var eisini við í dystinum og hevði sínar kjansir.
Í seinna hálvleiki setti LÍF trýst á og flutti nógv fólk, meðan heimaliðið lúrdi við kontraálopum. Fleiri málkjansir vóru í seinna hálvleiki, men ongantíð fór bólturin um málstrikuna.LÍF hevur verið við í stríðnum um uppflyting til Formuladeildina, men hetta stríðið var avgjørt týskvøldið, og B71 og AB eru uppflytarar.