Leirvíkingar hava ætlanir um at enda á ovasta plássinum í 2. deild og harvið uttan kvalifikatiónsdystir ímóti tí liðnum, sum endar næstniðast í 1. deild, at tryggja sær uppflyting í 1. deild.
Og skulu vit døma út frá fyrsta avrikinum eftir summarsteðgin, so skal møguleikin ikki avskrivast, at LÍF í 1999 verður umboðað í 1. deild fyri fyrstu ferð síðani 1993.
Í fyrsta setninginum eftir summarfrítíðina gekk spælið væl og útgangsstøðan var framrættað, t.d. við Jonhardi Høgnesen, sum higartil hevur verið í álopinum, á vongverjanum. Klaksvíkingar høvdu gott fólk: Meinhard Joensen var í málinum, og frammanfyri seg hevði hann millum aðrar Niclas Niclasen í verjuni, Fríðin Ziskason á miðvøllinum, og í álopinum vóru útisetarnir Aksel Johannesen og Eyðun Klakkstein.
Men tað var týðuligt, at klaksvíkingar liðu undir, at teir ikki hava vant í langa tíð. Síðani gamla graslíkið fór av vøllinum fyri meiri enn einum mánaða síðani, og til nýggja kom á nú um vikuskiftið, eru tað bara teir í 1. deild í Klaksvík, sum hava vant.
LÍF setti hol á í 1. minutti. Tomek sendi fríspark úr 16 metrum í tvørtræið, bólturin støkk til Kristian Eliasen, ið við høvdinum sendi uppá tvørs til Terja Lervig, og miðverjin skoraði.
Korter seinni var 2-0. Kristian Eliasen og Olgar Danielsen spældu skjótt, og fyrrnevndi sendi úr sekstan metrum í málið.
Og á hálva tímanum var tørnið komið til Olgar Danielsen at sekta liðfelagarnar, sum als ikki vildu hava hann á málskjúttaralistan. Uppspælið líktist tí fyrru ferðina, men hesa ferð var Kristian Eliasen hjálpari.
Í 2. hálvleiki datt heimaliðið longri aftur á vøllin. KÍ kom meiri við, og teir fingu eitt mál upp á brotsspark ? dømt fyri hands ? tá 20 minuttir vóru farnir. Niclas Niclasen var tryggur úr ellivu metrum.
Tað gjørdist kortini ongantíð spennandi, tí bara tveir minuttir seinni økti Poul Suni Dam. Olgar Danieslen lá niðri, tá hann megnaði at skumpa bóltin til liðformannin.
Komandi vikuskifti skal LÍF í Gundadal, og tað verður torført ímóti B36, men skal kósin haldast, so er neyðugt at trý stig fáast úr sovornum uppgávum á útivølli.
Nú fáa næstbestu klaksvíkingarnir høvi at venja, og fótbóltsliga eru tað teir, sum skulu mynda 90 ára føðingardagin har norðuri, tá EB/Streymur komandi vikuskifti kemur á nýggja graslíkið.