LÍF-sigur í tættari grannauppgerð

Fótbóltur, 2. deild: Tað var sera tætt, tá LÍF vann á GÍ og varðveitti trýstið á B71

Leirvíkingar eru aftur farnir at tosa meiri og meiri um 1. deild. Tað hava teir annars ikki gjørt serliga nógv av, síðani teir í 1993 fluttu niður og samstundis mistu nógv av fólkinum.

Men nú tykist felagið vera komið fyri seg aftur, bæði viðvíkjandi spælaratilfari, áhuganum hjá bygdafólkinum og harvið fíggjarliga stuðlinum, sum er so neyðugur.

Komandi vikuskifti hava teir torføra uppgávu vesturi í Vágum, áðrenn NSÍ og B71 koma at vitja í Leirvík, og so er ikki so torført at ímynda sær, hvat tosið í Leirvík fer at snúgva seg um næstu dagarnar.

Grannauppgerðin móti GÍ var akkurát so tøtt, óruddulig og torfør, sum tað var roknað við frammanundan. GÍ hevði góða manning: fyrrverandi LÍF spælarin, Rúni Joensen var í málinum, Samson Nesá var í miðverjuni saman við Jón Sigurdi Gleðisheygg, Erland Tvørfoss og Tummas Magnussen vóru á miðvøllinum saman við Hjalta Dalheim, og í álopinum vóru Pól Andreas Jacobsen og Heini Heinason. Einki sást til leirvíkingin Petur Sjúrðarberg, sum annars plagar at vera í álopinum. Hann var í Vági við 1. deildarliðnum, og tað mundi honum dáma væl!

Men hóast góða manning, so spældi GÍ ikki væl. Heimaliðið var fyri tað mesta omaná, og tað lá í luftini, at teir skuldu vinna. Mitt í 1. hálvleiki fekk Kristian Eliasen bóltin í málið, og leirvíkingar vóru ikki nøgdir við kolldømingina fyri rangstøðu.

Einasta málið fekk LÍF, tá ein tími var spældur. Poul Suni Dam, sum hesa ferð var á miðvøllinum, fekk bóltin frá framrættaða miðvallaranum, Hjørleifi Olsen. Poul Suni gjørdist leysur, og potaði millum beinini á Rúna Joensen.

Rúni spældi annars væl og bjargaði nærgangandi royndum frá Olgari Danielsen, Jonhardi Høgnesen og Kristiani Eliasen, ið komu innum verjuna hjá GÍ, sum gjørdist alt tynnri, sum tíðin gekk.

Í 1. hálvleiki var gøtumaðurin í LÍF málinum, Trygvi Olsen, so at siga arbeiðsleysur, og í 2. hálvleiki fór hann einar tvær ferðir út at blokera innleggum. Sigurin var tepur, men hann var kærkomin hjá LÍF. Setningurin hjá GÍ er framvegis at halda seg omanfyri strikuna.