Tað verður sera spennandi hjá bæði leirvíkingum og hvalbingum komandi leygardag, tá Royn kemur til Leirvíkar at spæla móti LÍF. Hesi bæði liðini kappast um næstovasta plássið í 2. deild ? plássið sum gevur rætt til tveir dystir um upp- og niðurflyting móti næstniðasta liðnum í 1. deild ? og í løtuni er LÍF eitt stig frammanfyri Royn.
Tað hevur annars ikki gingið so væl hjá leirvíkingum í seinastuni. Eitt stig úr trimum dystum hevur gjørt, at hvalbingar nú eru beint í hølunum á teimum, og tað var umráðandi at fáa gongd á aftur, tá næstbesta liðið hjá HB vitjaði í Leirvík leygardagin.
Og byrjanin var einki serlig. HB fekk mál, tá góðir tjúgu minuttir vóru spældir. Leirvíkingar vildu hava rangstøðu, men fellan miseydnaðist, og Rógvi Joensen legði havnarliðið á odda. 1-0 til HB, men tað var helst júst hetta, sum fekk heimaliðið at rakna við, og sum hálvleikurin leið, bleiv tað greitt, at tað bert var ein spurningur um tíð, áðrenn leirvíkingar fóru at javna.
Tað bleiv Terji Lervig, sum fekk heiðurin at skora fyrsta málið hjá LÍF. Kristian Eliasen, sum var fluttur út á vongverjan, nú Kristjan á Reynatrøð er komin í álopið, sendi horna hart innfyri úr vinstru. Terji Lervig setti høvdið á og stútaði í síðunetið til 1-1.
Og LÍF fekk eitt afturat áðrenn hálvleikt var. Bólturin varð sendur fram til Olgar Danielsen, sum fekk vent sær og skotið, og bólturin fór undir málmannin og í málið. Eitt sindur heppið mál, men tey telja eisini, og nú var heimaliðið á odda.
Í seinna hálvleiki fekk LÍF eitt sindur meira ferð á spælið, og 2-1 bleiv til 3-1, tá Jonhard Høgnesen sendi inn um HB-verjuna til Kristjan á Reynatrøð, sum ikki sveik. Tá vóru tíggju minuttir spældir av seinna hálvleiki, og tað var so at siga greitt, at stigini fóru at verða verandi í Leirvík. HB-liðið saknaði nakrar av stuðulsspælarunum, sum eru fluttir upp á 1. deildarliðið og nú ikki hava loyvi til at flyta niður aftur í eina lægri deild.
Kristian Eliasen er saman við Eli Hentze hjá B71 toppskjútti í 2. deild, og hann fekk eisini seinasta málið í dystinum, tá hann royndi seg eftir eitt sindur av aftur og fram eftir hornaspark.
LÍF vann dystin 4-1, og burtursæð frá fyrstu tjúgu minuttunum var heimaliðið eisini omaná leikliga. LÍF-venjarin Harry Benjaminsen heldur, at LÍF hevur góðar møguleikar at klára seg í 1. deild, um tað nú verður til tað. Sjálvur veit hann ikki, um hann verður venjari í Leirvík aftur næsta ár, men hann sigur við Sosialin, at teir báðir póllendingarnir (harav annar hevur verið skaddur og næstan ikki hevur spælt í ár) báðir eru hugaðir at halda fram. Olgar Danielsen kom úr KÍ fyrr í ár, og um LÍF flytir upp, er eisini góður møguleiki fyri, at hann verður verandi í Leirvík. Men nú fáa vit at síggja, hvat hvalbingar siga til tað.