Tíðin tykist vera farin, tá ið føroyingar hvørja ferð og í øllum dystunum í altjóða ungdómskappingum í fótbólti leggja rygg til stórtap.
Síðsta dømi um hetta var seinnapartin týsdagin, tá ið U 17 landsliðið í fyrsta dystinum í NM kappingini, sum í hesi vikuni er í Reykjavík, megnaði 1-1 móti Svøríki. Svensku spælararnir vóru ógvuliga vónbrotnir, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð eftir 80 minuttir og fýra minuttir yvirtíð. Svøríki hevði fram móti dystarenda fríspark í føroyska brotsteiginum, men tað eydnaðist ikki at fáa mál.
Føroyski málskjúttin var liðformaðurin og miðvallarin úr VB, Henning Joensen, sum við dundur langskoti úr 35-40 metrum tíggju minuttir undan leikloki sendi upp um stóra og eitt vet uttarlaga stadda svenska málverjan, eftir at hann hevði vunnið bóltin av mótstøðumonnunum og drigið eitt sindur við honum.
Fagnaðurin í føroysku leguni var stórur yvir javnleikin og málið, sum tað varð tosað nógv um. Seinnapartin í gjár skuldu føroysku unglingarnir spæla móti Onglandi, sum týsdagin vann 3-2 á Finnlandi, eftir at Finnland í steðginum hevði verið frammanfyri 1-0. Ongland skoraði øll trý málini eftir tíggju minuttum í 2. hálvleiki. Georg N.Rasmussen dømdi henda dystin.
Úr Íslandi frættist, at føroyska liðið var væl skipað. Spælbýtið var 75-25 til sviar. Men Svøríki megnaði ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Teir høvdu nógv hornaspørk, men bara tvær ferðir vóru teir heilt vandamiklir, og tá var Jóan Pauli í føroyska málinum sannur brandur. Tá ið Svøríki legði seg framum í 62. minutti, royndu føroyingarnir at sparka burtur, men bólturin rakti í mótstøðumann og stakk so leysur í brotsteiginum. Jóan Pauli hálvbjargaði í fyrru atløgu, men mótstøðumenninir vóru fyrstir á returbóltinum.
Skoðsmálið, sum føroysku spælararnir fáa, er, at talan var um liðavrik, har allir arbeiddu støðugt og bakkaðu væl upp. Tað var tætt millum keturnar. Verjan var ansin, miðvallararnir arbeiddu skilagott, og í einstøkum førum eydnaðist at fara í mótálop. Teir, sum vórðu skiftir inn, komu beinanvegin fyri seg. Men tað var bara framúr skotið hjá Henningi, sum endaði í málinum.
Hósdagurin og leygardagurin eru frídagar. Føroyar skulu fríggjadagin spæla móti Finnlandi, og sunnudagin fer at verða spælt um endaligu plaseringarnar. Í hinum bólkinum vann Danmark týsdagin 4-0 á Íslandi,og Írland vann 3-2 á Noregi.
Føroyska liðið: Jóan Pauli Jakobsen, B36 Rúnar L. Jacobsen, B36 (John Hammer, KÍ, 51.), Ari Samson, KÍ, Torkil Kollsker, HB, Heri Nesá, ÍF Rasmus Nielsen, B71 (Álvur Christiansen, KÍ, 41.), Filip Jacobsen, NSÍ, Henning Joensen, liðformaður, VB (Eli Simonsen, KÍ, 72.), Rógvi Poulsen, AB Johan Ellingsgaard, B36 (Rógvi Holm, AB, 79.) Klæmint A. Olsen, NSÍ (Vincent Jacobsen, ÍF, 65.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn vóru Hans Jørgensen, KÍ, og Martin Tausen, VB. Pætur Clementsen er venjari, og Finn Johannesen er hjálparvenjari. Andrass K. Thomassen er liðleiðari, Fanny Kruse fysioterapeutur og Rúni Heinesen er ferðaleiðari.