- Eg sá fólk renna og skríggja í panikki. Vit løgdu okkum niður yvir okkara børn og krógvaðu okkum undir borðunum. Eg skelvi framvegis.
Tað skrivar Gina Erpardo á Twitter um skottilburðin í altjóða lufthavnini í Florida, Fort Lauderdales, í kvøld.
Fimm fólk eru dripin, og 13 eru særd og flutt á sjúkrahús, eftir at ein brotsmaður fór at skjóta eftir fólki í lufthavnini.
Eitt eygnavitni, Judah Fernandez, sigur við CNN, at hann var í floghavnini, tætt við, har viðførið kemur út í Terminali 2.
- Kvinnan, sum stóð undir liðini á mær, sá brotsmannin. Hon sá, at hann trekti maskinbyrsuna, og tá lupu øll, sum vóru har, avstað saman við okkum.
Judah Fernandez sigur, at hann bara er glaður fyri, at kona, barn og hann sjálvur eru á lívi.
- Fólk vóru ræðslusligin og byrjaðu bara at renna. Vit eru úti á landingarbreytini nú, beint uttan fyri bygningin, sigur hann við CNN.